Annað

Sarah Mahfoud fær brasilska mótstøðu í Royal Arena

Skal boksa móti Danila “A Guerreira” Ramos um rættin at fáa HM-dyst.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2024-08-26 17:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nummar 2 og 3 á heimsstyrkilistanum hjá WBO hittast til stórdyst 12. oktober í Royal Arena á Amager, tá fyrrverandi heimsmeistarin í boksing, Sarah Mahfoud úr Vestmanna, ger enn eina royna at fáa ein HM-dyst.

Longu í fyrsta dystinum eftir HM-ósigurin í Las Vegas, bíðar sterka brasilska Danila Ramos, sum eisini er fyrrverandi heimsmeistari, og sum í fjør boksaði ein søguligan HM-dyst móti boksistjørnuni Amanda Serrano, sum hevur HM-heitið hjá bæði WBA og WBO.

- Hetta er eitt stórt sats, tí talan er um eina mótstøðu og ein dyst, sum í veruleikanum er á HM-støði. Danila Ramos kann væl hugsast at verða sterkasta mótstøða, sum Sarah Mahfoud nakrantíð hevur havt á danskari jør, sigur Bettina Palle, sum skipar fyri boksistevnuni í Royal Arena 12. oktober.

- Á styrkilistanum hjá WBO liggja tær báðar nummar 2 og 3. Nummar 1 er týska Nina Meinke, sum Sarah Mahfoud fyrr hevur vunnið á í HM-dysti, og hon er júst útvald til at boksa um leysa HM-heitið hjá IBF.

[object Object]
Danila “A Guerreira” Ramos

- Tí er talan í veruleikanum um ein dyst millum tær báðar sterkastu á listanum hjá WBO, og harvið um møguleikan at stríðast um trónuna hjá Amandu Serrano. Vinnarin kemur nógv nærri einum nýggjum HM-dysti, so nógv er upp á spæl, sigur Bettina Palle.

Boksað verður í 10 umfør, og alment er talan um altjóða heitið hjá WBO, sum er eitt slag av undandysti til heimsmeistaraheitið.

Danila Ramos hevur boksað 16 dystir sum professionell. Hon hevur vunnið 13 og tapt tríggjar – í øllum førum var talan um HM-dsytir. Hon er fyrrverandi heimsmeistari hjá WBO, tá hon í 2023 vann á argentinsku Brenda Karen Carabajal, sum Sarah Mahfoud eisini vann á, tá hon í 2020 gjørdist IBF-heimsmeistari.

Danila Ramos við hjánavninum “A Guerreira” (stríðskvinnan) misti heitið 27. oktober 2023 í Orlando upp á stig móti Amandu Serrano í einum søguligum dysti í kvinnuboksing, tí hetta var fyrstu ferð, at ein HM-dystur varð boksaður í einum av teimum stóru boksisamgongunum, sum gekk fulla tíð – tað vil siga 12 umfør à 3 minuttir, eins og hjá monnunum.

Ramos er áloypandi og stríðssinnað, og verður ein vandamikil mótstøða hjá Sarah Mahfoud. Ein heilt øðrvísi boksari enn verjusinnaða Skye Nicolson, sum vann við dómaraatkvøðum á Sarah Mahfoud í Las Vegas fyrr í ár.

Umframt WBO-heitið, hevur Danila Ramos eisini verið brasilskur og seinni suðuramerikanskur meistari í professionellari boksing. Eins og Sarah Mahfoud hevur hon eisini boksað sum amatørur í nógv ár, gjørdist brasilskur meistari í 2011, 2014 og 2016. Hon gjørdist professionell í 2017.

Sarah Mahfoud var IBF-heimsmeistari frá 2020 til 2022, og arbeiðir fyri at fáa ein nýggjan HM-dyst í fjøðurvekt í einum av teimum fýra stóru boksisamgongunum. Amanda Serrano hevur sitið tungt á trónuni í hesum vektflokkinum í fleiri ár, men heitið verður leyst, nú Serrano hevur gjørt av at flyta vektflokk í super-lættvekt.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder