- Hetta verður størsti boksidystur, sum ein donsk kvinna nakrantíð hevur luttikið í, sigur Bettina Palle, boksifyriskipari.
IBF-heimsmeistarin úr Vestmanna, Sarah Mahfoud, fer tann 24. september at boksa ímóti superstjørnuni Amanda Serrano úr Puerto Riko, sum hevur vunnið heimsmeistarabeltini frá WBC, WBO og IBO.
Dysturin verður í Manchester Arena har pláss er fyri 21.000 áskoðarum og verður sama kvøld, sum boksidysturin í tungvekt millum Joeseph Parker og Joe Joyce verður.
Tað var í februar 2020, at Sarah Mahfoud tók heitið sum heimsmeistari í fjøðurvekt. Í aprílmánað í ár vardi hon meistaraheitið.
Sarah Mahfoud vann í apríl 2021 á táverandi evropameistaranum Ninu Meinke, sum eisini var nummar eitt hjá bæði IBF og WBC. Við sigrinum vann Sarah Mahfoud móti kravdu mótstøðuni frá IBF, men tók eisini fyrsta plássið á WBC-styrkislistanum, har Amanda Serrano er heimsmeistari.
Amanda Serrano hevur eitt ynski um at vinna øll HM-beltini í fjøðurvekt, so dysturin her er upplagdur og gevur meining fyri allar partar, sigur Bettina Palle, fyriskipari.
Amanda Serrano hevur nógvar royndir. Hon er 33 ára gomul og 42 sigrar, eitt tap og ein javnleik í skjáttuni.
Hetta er munandi fleiri enn Sarah Mahfoud sum hevur 11 sigrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald