7. oktober skal dansk-føroyski boksarin Sarah Mahfoud aftur í ringin, og mótstøðukvinnan hesaferð er royndi argentinski boksarin Marcela Eliana Acuña. Vinnur Sarah henda dystin, so skuldu góðir møguleikar verið til aftur at fáa sleppa at boksa um okkurt meistaraheiti.
Acuña verður lýst sum ein legenda innan kvinnuboksing, og tað eru tveir fyrrverandi heimsmeistarar, sum 7. oktober hittast um Silver Championship í fjøðurvekt hjá WBC-boksisamgonguni í Royal Arena á Amager.
Marcela Acuña er 46 ára gomul, og hevur boksað professionelt síðan 1999. Í løtuni er hon styrkismett sum triðsterkast í heiminum hjá bæði WBC og WBO í bantamvekt og nummar 7 hjá WBA í fjøðurvekt. Hon hevur 53 sigrar, tveir ósigrar og níggju javndømdar dystir í skjáttuni. 20 av teimum 53 sigrunum eru avgjørdir áðrenn tíð.
33 ára gamla Sarah Mafoud hevur boksað 14 dystir sum professionell, harav hon hevur vunnið 13. Tríggir av dystunum hava verið HM-dystir.
Sarah liggur nummar eitt á styrkilistanum hjá IBF, nr. 2 hjá WBO, nr. 3 hjá WBC og nummar 8 hjá WBA. Amanda Serrano, sum Sarah tapti ímóti í september í fjør, situr á øllum HM-heitunum í løtuni.
Fleiri spennandi boksidystir eru á stóru stevnuni, Danish Fight Night, í Royal Arena 7. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald