Leygardagin var hálvi vestmenningurin Sarah Mahfoud aftur at síggja í boksiringinum fyri fyrstu ferð, síðan hon 24. september í fjør misti heimsmeistaraheitið ímóti Amanda Serrano úr Puerto Riko, og vann hon sannførandi ímóti týsku Lara Ochmann.
Lara Ochmann er 23 ár – tíggju ár yngri enn Sarah Mahfoud, sum er 33, og báðar høvdu bert tapt ein dyst áðrenn leygardagin. Men í gjár vann Sara Mahfoud also á Ochmann í Albertslund og fekk eitt WBC silvur-belti í fjøðurvekt.
(Mynd: Mads Hussing/sn.dk)
Lara Ochmann hevur nú boksað 11 dystir og vunnið 9, meðan Sarah Mahfoud hevur boksað 13 dystir og vunnið 12.
Dysturin vardi 10 umgangir, og fyrrverandi heimsmeistarin var greitt omaná.
Við nýggja silvur-beltinum hevur Sarah Mahfoud, sum fer eftir at taka heimsmeistaraheitið aftur, góðan møguleika at fáa ein stóran meistaraskapsdyst hjá stóru heimsumfatandi boksisamgonguni, segði Bettina Palle, fyriskipari av boksistevnuni undan dystinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald