Annað

Sarah skal verja sítt heitið í kvøld

Nina Meinke úr Týsklandi er avbjóðarin. Hon hevur góð úrslit á sínari yrkisleið, og skal sum tann fyrsta royna at taka IBF-heimsmeistaraheiti í fjøðurvekt frá Mahfoud. Farið verður í ringin í Frederiksberg seinni í kvøld.

Sarah Mahfoud tryggjaði sær heimsmeistaraheitið 1. februar 2020

Sarah Mahfoud tryggjaði sær heimsmeistaraheitið 1. februar 2020

2022-04-21 16:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan verður um eitt serligt kvøld í Frederiksberg Hallerne í kvøld. 

Hetta verður síðstu ferð, at kendi fyriskiparin Mogens Palle, ið Sarah Mafoud hevur arbeitt saman við í fimm ár, stendur fyri einari "Danish Fight Night", tað verður fyrstu ferð í fimm ár, at ein dani skal boksast um eitt EM-heiti (Enock Poulsen í super lættvekt), og tað verður fyrstu ferð, at ein dani skal verja sítt IBF-heimsmeistaraheiti.

Danir hava eisini verið raskir at mint á, at Sarah Mafoud er hálvur føroyingur. Hon hevur bíðað leingi eftir sínum næsta dysti - tað var 1. februar 2020, at Sarah basti argententinsku Brendu Karen Carabajal, júst í Frederiksberg Hallerne, og harvið tók heitið sum heimsmeistari í fjøðurvekt.

Korona hevur lagt meinbogar í vegin, men Sarah Mafoud hevur vant hart, og nú skal hon stríðast við Ninu Meinke úr Týsklandi, ið hevur eins nógvar sigrar sum yrkisboksari, sum Sarah. 

Talan er eisini um boksari, ið hevur verið longri uppi, hvat vektklassum viðvíkur, so tað verður trupult hjá 32-ára gamla hálva vestemenninginum, ið tó hevur heimarvallarfyrimun.

Skráin fyri Danish Fight Night 21. apríl er long. Byrjað veðrur við mini-landsdysti móti Belgia umleið klokkan 18 lokala tíð. Sarah Mafoud og Nina Meinke eru næstsíðst í ringin í kvøld.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder