Kappróður

Sarita er heimsmeistari

Føroyingar luttóku í heimsmeistarakappingini í inniróðri.

Jens Kristian, Elsa og Sarita

Jens Kristian, Elsa og Sarita

2019-02-25 15:45 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sarita Hansen er heimsmeistari í inniróðri. Tað er greitt eftir at hon í gjár kappaðist í inniróðri í Long Beach í Kalifornia, USA.

Sarita, sum róði í lættvektsbólkinum 27-35 ár, vann við tíðini 07:29.0. Sarita fór nakað afturum fyrru helvt av róðrinum, men megnaði at halda sína ferð, meðan kappingarneytin byrjaði at dragna. Róðrarsambandið skrivar, at Sarita ikki var heilt nøgd við avrikið, men at tað var í lagi.

Elsa Magnussen luttók í bólkinum 27-35 ár, har hon gjørdist nummar 2. Hon róð sína bestu tíð nakrantíð - 07:08.01. Bergur Dam Jensen gjørdist nummar 2 í lættvektsbólkinum 27-35 ár. Jens Kristian Dam vann bronsu í bólkinum lættvekt 43-49 ár við tíðini 06:42.2.

Eisini varð kappast í 500 m spurti, har luttakararnir ikki vórðu deildir í vektbólkar. Elsa og Sarita kappaðust móti hvør aðari í bólkinum 27-35 ár, og vann tungvektarin á lættvektararnum - Gull til Elsu og silvur til Saritu. Elsa hevði tíðina 01:35.8 og Sarita 1:40.0. Elsa róði so mikið væl, at hon hevði triðbestu tíðina, har opni bólkurin eisini var við.

Jens Kristian róði aftaná í bólkinum 43-49 ár. Hann róði tíðina 1:28.8, ið rakk til eitt 7. pláss. Bergur róði í opna bólkinum, har hann fekk eitt 3. pláss við tíðini 1:27.1.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder