2020-02-08 14:32
Í fjør vann Sarita Kristina Hansen úr Miðvági heimsmeistarakappingina í inniróðri í Kalifornia í USA, og fyrrapartin í dag megnaði hon at endurvinna heimsmeistaraheitið í franska høvuðsstaðnum París.
Hon róði teir 2000 metrarnar uppá 7.26 minuttir – fimm sekund framman fyri nummar tvey.
Í samrøðu við Útvarpið, segði Sarita, at tað at endurvinna heimsmeistaraheitið var nakað, hon setti sær fyri, beint eftir hon vann í fjør, og fegnast hon um, at tað eydnaðist.
Hoyr alla samrøðuna her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald