Hondbóltur

Satchwell: Góð avgerð at gerast føroyingur

Samrøða við aðra hetjuna í føroyska málinum í gjárkvøldið, um stóru upplivingarnar hann hevur fingið á hondbóltsvøllinum eftir at hann valdi at skifta bretska landsliðið út við tað føroyska.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-14 14:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein av stóru hetjunum í ótrúliga dystunum í gjár var málverjin Nicholas Satchwell. Eftir at Pauli Jacobsen, sum vanliga er fystvaldi í málinum, hevði staðið nakað undir egnan standard í byrjanini av dystinum, varð bretsk/danski føroyingurin, Nicholas Satchwell, sendur í mál, tá umleið 20 minuttir vóru farnir.

Og Nicholas stóð ein branddyst. Hevði eitt bjargingarprosent á 55 fyri fyrra hálvleik. Og norski landsliðsvenjarin, Jonas Wille, tók júst hetta fram á tíðindafundinum eftir dystin.

“Serliga Skipagøtu gjørdi tað trupult fyri okkum”, segði norski landsliðsvenjarin, tá hann skuldi grundgeva stigamissið, men legði so afturat: “Men tað gjørdi málmaðurin eisini, serliga í endanum av fyrra hálvleiki og byrjanini av seinna. Vit spældu væl tá, men vit fingu ikki bóltin inn”.

[object Object]
Sagosen í skotroynd móti Satchwell í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Fantastisk kensla

Nicholas Satchwell ásannar, at hetta var ein av hansara góðu dystum tá tað kemur til bjargingar. Í hvussu so er var tað tann størsti dysturin, sum hann hevur upplivað.

- At hava talsterku áskoðararnar í rygginum var avgjørt við til at seta meg upp. Tað var ein fantastisk kensla, sigur lítillátni bretin á nærum reinum føroyskum. Men hann vil tó ikki taka sær allan heiðurin fyri, at norðmenn einans megnaðu at fáa 26 mál í gjárkvøldið.

- Tað, sum Pauli megnaði í endanum av dystinum var eisini eitt fantastiskt avrik. Tað er avgjørt ikki lætt at koma inn í ein so intensan dyst upp eitt tíðspunkt sum hatta, men Pauli megnaði tað.

Spælir í Noregi

Satchwell spælir í til dagligt í bestu norsku hondbóltsdeildini við TIF Viking í Bergen, sum ikki er eitt av toppliðunum. Har hevur hann sáttmála til næsta summar.

Spurdur um hann hevur fyrireikað seg serliga upp á norsku leikararnar, svarar Nicholas:

- Viking hevur spælt ein dyst móti Kolstad, har fleiri av teimum bestu landsliðsleikarunum, t.d. Sagosen, Gullerud, Johannesen og Rød spæla. Tað var ein dystur í steypakappingini, har vit ikki kláraðu okkum serliga væl. Men vit fyrireikaðu okkum væl, og eg havi tikið tær fyrireikingarnar við til henda dystin móti Noregi, so eitt sindur fyrireikaður var mann, sigur Satchwell, sum í gjár og í morgun hevur fingið nógvar heilsanir úr Noregi fyri góða avrikið í gjárkvøldið.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Var bretskur landsliðsmálverji

Nicholas Satchwell hevur verið partur av føroyska landsliðnum síðan 2018. Hann hevur fyrr umboðað bretska landsliðið í hondbólti Eitt nú til olympisku leikirnar í London 2012, men fekk tó ikki nakran dyst tá.

Satchwell umboðaði eisini Bretland til emerging-kappingina í Kosovo í 2015, tá Føroyar vunnu, og sum kanska var byrjanin til upptúrin hjá føroyska manshondbóltslandsliðnum.

Hetta var sama ár, sum Nicholas Satchwell kom til Føroyar at standa í mál hjá Neistanum.

- Eg varð ikki úttikin til bretska landsliðið eftir kappingina í 2015, so tá hondbóltssambandið í 2018 spurdi seg fyri hjá mær, um eg var áhugaður at umboða føroyska landsliðið, var tað ikki ein so trupul avgerð hjá mær. Eg hevði staðið neyðugu karantenuna, og kundi vera við so at siga beinanvegin.

Tað var lætt at skifta hjá Nicholas, tí hann hevur dupultan dansk/bretskan ríkisborgaraskap.

- Eg spældi fyrsta landsdystin fyri Føroyar tá liðið í september 2018 spældi tveir venjingardystir úti móti Finnlandi.

[object Object]

[object Object]Nicholas Satchwell er ikki tann á liðnum, sum stillar seg fremst, tá sigrar skulu feirast. Á myndunum her sæst hann fegnast í baggrundini eftir javnleikin móti Noregi í gjárkvøldið (Myndir: Sverri Egholm)

Bonusvinningurin

- Í dag kann eg róliga, at tað var tann rætta avgerðin hjá mær at taka. Eg hevði ikki havt høvi at uppliva nakað, ið líkist hesum her, um eg framvegis hevði umboðað Bretland.

Og so hevur hann eisini fingið bonusvinning í unnustuni Jenny Kragesten og soninum tey hava saman, sum varð føddur í 2020. Harvið er Nicholas eisini komin inn í eina rætta hondbólts(Neista)familju, har serliga svágrarnir Tróndur og Julian hava gjørt um seg sum fyrrverandi og møguliga komandi landsliðsleikarar.

Hvat sigur hann so um komandi avbjóðingina – móti Polandi?

- Vit eru ikki komnir rættiliga í gongd við at fyrireika okkum upp á Poland enn, tað fara vit í gongd við nú. Vit hava sett okkum mál, sum vit royna at náa. Tað fyrsta var at koma í eitt endaspæl. Tað næsta var at fáa stig til eitt endaspæl. Nú er næsta málið at vinna ein dyst. Og tað fara vit sjálvandi at roynd móti Polandi mánadagin, sigur Nicholas Satchwell at enda. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder