
Tað er 2-1 í hálvfinalurøðini millum Ystads IF og IK Sävehof. Í fjør vunnu Óli Mittún og Sävehof svenska meistaraheiti við at vinna yvir júst Ystad í finalurøðini, men í ár hevur felagið úr Skåne verið tað besta í Svøríki.
Nú hevur Ystads dystarbólt í hálvfinalunum. Tað krevst tó ein sigur í Partille í dag fyri at tryggja finaluplássið, so at tað slepst undan einari fimtu finalu.
Sävehof vil tó gjarna til Ystad aftur, og fyri tíggju døgum síðani eydnaðist at vinna 35-28 í finalu nummar tvey í Partille.
Tá var Óli Mittún stórspælandi við tíggju málum og fimm uppleggum, og 19-ára gamli hoyvíkingurin skal hava ein góðan dyst aftur, um ikki at hansara tíð í Svøríki skal enda við hálvfinalutapi.
Óli skiftir til GOG í Danmark í summar. Ísak Vedelsbøl er í gongd við sítt fyrsta kappingarár í Svøríki, og heldur strikuspælarin fram eftir summarsteðgin.
Fjórða, og møguliga avgerandi hálvfinalan, millum IK Sävehof og Ystads IF byrjar klokkan 17.45 føroyska tíð. Tað krevst eitt skandinaviskt hald at síggja dystin, men til ber at fylgja við á livescore-appum sum Flashscore.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald