Hondbóltur

Sävehof tapti stórt í fyrstu hálvfinaluni

Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og hinir fingu lítið at koyra í Ystad í gjár. Liðini spæla aftur mánakvøldið.

Óli skeyt seks ferðir og skoraði tvær ferðir - teir á heimaliðnum ansaðu væl eftir 19-ára gamla føroyinginum (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Óli skeyt seks ferðir og skoraði tvær ferðir - teir á heimaliðnum ansaðu væl eftir 19-ára gamla føroyinginum (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2025-04-11 08:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum væntað var tað trupult hjá IK Sävehof í Ystad í fyrstu SM-hálvfinaluni. 

Verandi svensku meistararnir vanta nakrar profilar frá í fjør, og nógv hongur á Óla Mittún. 19-ára gamli føroyingurin varð toppskjútti í grundspælinum og gjørdi stóran mun móti Karlskrona í fjórðingsfinaluni.

Í gjárkvøldið var Ystads-verjan ágangandi móti nummar 78, ið hevði tað trupult. Óli skoraði tvey mál uppá seks skot.

Ísak Vedelsbøl fekk eitt mál uppá tvey skot.

Sävehof-verjan fekk tað ikki at rigga móti Niclas Ekberg.og teimum, og 36 mál fóru inn - 18 í hvørjum hálvleiki.

Eftir 18-12 í 1. hálvleiki kom sigurin hjá favorittunum ongantíð í vanda, og Ystads IF vann við níggju málum: 36-27.

Fyrsta liðið at vinna tríggja hálvfinalur í Svøríki kemur í finaluna. Harvið skulu Ísak, Óli og teir helst reisa seg á heimavølli mánakvøldið í hálvfinalu nummar tvey, um Sävehof skal hava veruligan møguleika at endurvinna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder