Fótbóltur

Schjønberg gevst - royndur norðmaður tekur yvir

Nýggjur venjari í 07 Vestur er Lars Arne Nilsen.

Michael Schjønberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Michael Schjønberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-07-01 18:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Michael Schjønberg er ikki longur høvuðsvenjari í 07 Vestur. Hesum boðar felagið frá á heimasíðuni í dag.

Samstundis verður boðað frá, at avloysarin er funnin, og at tað verður ein royndur norðmaður sum tekur yvir. Talan er um Lars Arne Nielsen, sum fyribils er settur árið út.

Um báðir partar eru nøgdir við samstarvið eftir kappingarenda halda partarnir fram við samstarvinum í 2024.

[object Object]Lars Arne Nielsen (Mynd: Nettavisen.no)

Lars Arne hevur drúgvar royndir sum venjari á høgum støði. Í 2015 leiddi hann Brann í Bergen til eitt 2. pláss í næstbestu norsku deildini og beinleiðis uppflyting. Árið eftir megnaði hann at leiða Brann til silvurpláss í bestu norsku deildini og í 2018 á eitt triðja pláss. Árini 2017 og 2019 luttók Brann í europisku undanumførunum. Lars Arne var kosin ársins venjari í Norra í 2016.

Í 2020 tók Lars Arne yvir í Ålesund FK sum tá var í næst bestu deildini, og flutti upp við liðnum longu árið eftir.

Tað var undan kappingarárinum í fjør, at fyrrverandi danski landsliðsspælarin og venjari í donskum og týskum fótbólti, Michael Schjønberg, varð settur sum venjari hjá vágamonnum.

Um orsøkina til uppsøgnina sigur 07 Vestur, at saknurin er stórur til familjuna, og hann ynskir tí at fara heim aftur til Danmarkar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder