Allir leikarar eru klárir og høvuðsuppgávan hjá venjaratoyminum, Lars Engel og Kristian Mikkelsen, í morgun er at fyrireika leikararnar mentalt uppá at møta sera sterku og høgu kroatisku leikarunum.
– Vónirnar at vinna dystin eru ikki stórir, sigur Lars Engell, høvuðsvenjari, men vit mugu gera okkara besta og brynja leikararnar til slíkar dystir. Hetta skal so gera føroysku leikararnar klárar at møta lutfalsliga veikari mótstøðu seinni í kappingini og har møguliga vinna dystir.
Lars sipar til, at Føroyar seinni í kappingini leika tveir dystir ímóti Ísrael, har føroyska kvinnuliðið eigur at hava góðar møguleikar fyri einum sigri.
Dysturin ímóti Kroatia er kl. 18.00 í kvøld og sæst á www.eurovolley.tv.
Annað
Seinasta fyrireikingin áðrenn dystin móti Kroatia
Mótstøðan verður krútsterk, tá føroysku kvinnurnar møta kroatiska stjórnuliðnum, men føroyska liðið fyrieikar seg sum vant við venjing í morgun. Dysturin verður í kvøld kl. 18 føroyska tíð.
2022-08-21 12:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald