Hondbóltur

Seinasta uppgávan er tann størsta

Heimsmeistararnir og OL-vinnararnir taka ímóti, tá Føroyar í kvøld spæla í Aalborg í seinasta EM-undankappingardystinum á hesum sinni.

Allarstørsta stjørnan hjá dønum, Mikkel Hansen, verður ikki við, tá Jónas G. Djurhuus og hinir á føroyska liðnum skulu royna at  (Mynd: Sverri Egholm)

Allarstørsta stjørnan hjá dønum, Mikkel Hansen, verður ikki við, tá Jónas G. Djurhuus og hinir á føroyska liðnum skulu royna at (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-16 12:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað kann verða avgjørt við vissu í kvøld, at vit aftur skulu spæla EM-undankapping í 2021. Um Føroyar fær eitt betri úrslit enn Belgia, sum spælir niðri í Kroatia, og ikki verður yvirhálað av Finnland og Estlandi, nakað sum er sera ósannlíkt, so skulu føroyingar ikki spæla um at koma í hesa undankappingina. 

Les meira um støðuna her

Í oktober í Skjern sást klassamunurin. Danmark skræddi føroyingar sundur í løtum, og uttan at tað sá út sum, at Mikkel, Lauge, Mensah, Olsen, Lindberg og hinir løgdu so nógv fyri. Tríggir mánaðir eftir hetta vóru teir allarflestu av leikarunum, ið vunnu 35-17 á Føroyum, heimsmeistarar. Ein av teimum sum ikki var við í Skjern, men sum var við í HM-sigrinum í januar, var høgri vongurin Jóhan á Plógv Hansen. Føroyingurin spældi ein leiklut, og tað kemur hann at gera í kvøld ímóti sínum landsfeløgum og nøkrum fyrrverandi liðfeløgum. Hetta váttaði Nikolaj Jakobsen fyri Kringvarpinum í gjár. 

[object Object](Jóhan á Plógv Hansen til HM í januar. Í dag verður hann í reyðu troyggjuni í dysti ímóti Føroyum í Aalborg - Mynd: EPA)

Hóast størstu profilarnir verða spardir, so er góðskan á teimum sum koma inn á danska liðið høg. Talan er t.d. um leikarar úr Barcelona, Bundesligaini, profilum úr donsku deilduni o.s.fr. Hetta eru leikarar, ið hava nakað at prógva á landsliðnum, og hetta kann vera ein vansi fyri føroyingar. Tað verða tó helst ikki tár feld í føroysku leguni, um at Langin ikki er í málinum hjá dønum, og at nummar 24 við hárbandinum heldur ikki er við.  

Kjartan Johansen greiðir her frá, hvussu tað er at spæla yvirfyri Mikkel Hansen

Føroyska liðið tykist at vera væl fyri, og hevur eisini í stóran mun havt eina góða undankapping. Tvær ferðir er Montenegro, ið skoraði 34 mál í sigrinum á Danmark, hildið niðri á 24 málum. Stig í fyrra dystinum á útivølli og ein rímiliga javnur dystur allan vegin hósvkøldið, kryddrað við framúr avrikinum og tepra ósigrinum á Ukraina í Royal Arena í apríl, hava víst, at Føroyar hoyra heima í einari slíkari undankapping. 

[object Object]
(Peter Krogh og Helgi Hildason Hoydal til venjing í Gigantium gjár - Mynd: Sverri Egholm)

Nú ræður tað um, at verða við so nógv sum møguligt í multihøllini í Aalborg. Danmark er sjálvsagt risafavorittur, og hjá fleri veddingarfyritøkum so stórur at ikki ber til at seta pening á danskan sigur. Sera nógv skal eydnast hjá Føroyum, fyri at fáa eitt rímiligt úrslit í kvøld. Fokus hevur millum annað verið á, at Føroyar skulu ikki spæla í leikferðini hjá Danmark, men royna at stýra ferðini og spælinum meira til okkara fyritreytir. So er tað 5-1 verjan, ið Danmark allarhelst kemur við, ið Sonni Larsen og Jeppe Borch hava roynt at funnið loysnir uppá. Venjaraparið er dankst, og Peter Krogh og Niklas Selvig eru jú eisini danir, so hetta verður ein hedlur serligur dystur fyri teir.

Hjá Jeppe Borch er dysturin eisini serstakur, tí tað er tann seinasti hjá honum í føroyska venjaratoyminum. Hoyr hann seta orð á tað og annað her
 
Dysturin í kvøld byrjar klokkan 17.00 føroyska tíð. Vit verða á staðnum, hava myndir frá dystinum, og samandrátt og viðmerkjingar aftaná. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder