Annað

Seinasti dysturin á olympiaduni

Uganda er mótstøðuland á talv-olympiaduni í seinasta umfarinum í dag.

Føroyska talvlandsliðið fyrireikar seg í Chennai. Í dag telva teir seinasta dystin á olympiaduni. F.v. Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard, Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft

Føroyska talvlandsliðið fyrireikar seg í Chennai. Í dag telva teir seinasta dystin á olympiaduni. F.v. Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard, Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft

2022-08-09 09:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Talvolympiadan í India endar í dag. Seinasta umfar er altíð serliga spennandi. Úrslitið í síðsta dystinum er avgerandi fyri endaliga úrslitið.

Føroyar møta Uganda í ellinta og seinasta umfari í dag. Bæði liðini hava 10 stig eftir tíggju umfør. Føroyar eru styrkismettar ovari; vit nummar 60 og Uganda nummar 90. Men samsvar hevur ikki altíð verið millum styrkismeting og úrslit í OL-kappingini í Chennai.  

Føroyar vunnu í dag 3½-½ á Malta, og hava otað seg av 105. plássi fram á 94. pláss í røðini av teimum 188 liðunum í kappingini. Vit hava vunnið fýra dystir, tapt fýra, og spælt tveir javnar.

Enn vita vit ikki, hvussu Føroyar manna seg í seinastu umfari, men alt talar fyri, at teir sum telvaðu í dag, fáa afturval í morgin. Okkara telvarar verða væntandi ratingfavorittar á øllum borðum. Men tað vóru teir eisini móti Libanon, Zimbabwe og Oman, og vunnu ikki kortini. Nú er at vóna, at góði dysturin í dag hevur givið okkara monnum flog og stimbur til at vinna aftur í dag. Vinna vit, fara vit at fáa eitt hampuligt úrslit samanumtikið.

Men umráðandi er, at mótstøðuliðið ikki verður undirmett. Uppgávan má takast í fullum álvara. Uganda hevur vunnið á Oman, sum Føroyar telvaðu javnt ímóti í gjár. Uganda hevur eisini fingið hálvtannað stig móti Bulgaria. Tað man vera lutfalsliga besta avrik teirra á hesi olympiaduni. Í gjár taptu teir 3-1 fyri Finnlandi. Vit fara ivaleyst at fáa harðari mótstøðu enn í gjár, tá ið vit vunnu 3½-½ á Malta.

Hava havt munin

Dysturin í dag verður tann sætti landanna millum. Søguliga eru vit ruddiliga við yvirlutan. Eftir fimm dystir er 4-1 til Føroyar. 

Søgan byrjar í 1980. Tá er Uganda á fyrsta sinni á talvolympiadu. Ræðslustýrið hjá bølmenninum Idi Amin endaði árið fyri, og nú sluppu teir út at kappast saman við øðrum. Vit vinna 3-1 suðuri á Malta, sum hýsti olympiaduni ta ferðina. Luitjen Apol og Helgi Joensen, sáli, á Toftum vunnu, Súni Ziska og Jóan P. Midjord telvaðu javnt.

Vit møta teimum aftur í Luzern í 1982, og vinna á øðrum sinni 3-1. Nú vinna Luitjen Apol og Torkil Nielsen, Súni Ziska og Jóan P. Midjord telva remis. Vit síggja, at eftirkomarar og skyldmenn hjá hesum telvarum manna føroyska landsliðið í dag; Nielsen, Apol og Ziska.

Einasta tapið fáa vit í Jerevan 1996. John Rødgaard vann og Heini Olsen telvaði remis, men Eyðun Nolsøe og Rógvi W. Rasmussen taptu. Fjórði dysturin er á fjarleiðum eysturi í Sibira í 2010. Vit vinna aftur 3-1. Olaf Berg og Jóan Hendrik Andreasen vinna, John Rødgaard og Carl Eli Samuelsen telva remis.

Og fimti dysturin var í Tromsø í Norra í 2014. Vit vinna aftur 3-1. Tríggir av okkara monnum í Chennai tryggja okkum sigurin; Helgi Dam Ziska, John Rødgaard og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu, bara John Arni Nilssen tapti. 

Men tað er ikki óhugsandi, at framburður hevur verið innan telvingina í Uganda seinnu árini. Úrvalið er stórt at finna nýggjar og góðar telvarar, tí tað búgva ikki færri enn 45 milliónir fólk í afrikanska landinum.

1980 Føroyar-Uganda 3-1

1982 Føroyar-Uganda 3-1

1996 Føroyar-Uganda 1½-2½

2010 Føroyar-Uganda 3-1

2014 Føroyar-Uganda 3-1

Usbekistan á odda

[object Object]Usbekistan, sum Føroyar møttu í øðrum umfari, hava tikið øll á bóli, og eru á odda fyri seinasta umfar í dag.

Stórur spenningur valdar í toppstríðnum fyri seinasta umfar í dag. Ein sensasjón lúrir. Usbekistan, styrkismett nummar fjúrtan, og ongantíð vunnið heiðursmerki á einari talvolympiadu, er fremst av øllum liðunum. Usbekistan og Armenia hava 17 stig, men Usbekistan hevur kortini munin við flestum borðstigum.

Onnur lond eru tó beint í hølunum á oddaliðunum, og fleiri innanhýsis dystir eru í seinasta umfari týsmorgunin, so alt kann framvegis henda. 

Ivan Sokolov stjórnar usbekiska landsliðnum sum venjari. Usbekistan telvar í seinasta umfari í morgin móti Hollandi, sum Ivan sjálvur hevur umboðað í fleiri ár. Ivan hevur búð í Hollandi síðan hann í 1992 fór úr heimlandinum Jugoslavia/Bosnia-Herzegovina undir borgarakrígnum á sumri 1992. Fyrstu mánaðirnar sum flóttamaður helt hann til í Føroyum og virkaði sum venjari hjá Havnar Telvingarfelag tað summarið.

Í øðrum umfari legði Ivan usbekisku telvarunum lag á at vinna dystin móti Føroyum, og nú móti Hollandi átti hann at verið teimum hentur, tí hollendsku telvararnar kennir hann væl og virðiliga. 

India hevur tvey lið á triðja plássi við 16 stgium. Ein av dyggastu stuðlunum á A-liðnum hjá India er Srinath Narayanan, sum hevur telvað í Føroyum, og vann altjóða kappingina Faroes Open í 2018. Stjørnuskotið Gukesh, sum bara er 16 ár, hevur 8½ stig av tíggju á 1. borði á B-liðnum hjá India.

Eitt av óvæntaðu úrslitunum í gjár var, at Moldova vann á Noregi. Stórmeistarin Vladimir Hamitevici, sum hevur telvað á 1. borði hjá Klaksvík í føroysku liðkappingini, var sigursharri í dystinum við at vinna á Johan-Sebastian Christiansen. Á 1. borði mátti Magnus Carlsen sættast við remis.

Ein annar fyrrverandi telvari í føroysku landskappingini, sviin Tiger Hillarp Persson, sum telvaði við kollfirðingum árini fyri aldamótið, vann í gjár fyri Svøríki móti Póllandi, tó at sviar taptu dystin.

Á topp 10-borðunum í gjár vóru úrslitini hesi:

1. India (B). - Usbekistan 2-2

2. Aserbadsjan - Armenia 1-3

3. USA - Turkaland 3-1

4. Iran - India 1½-2½

5. Serbia - Holland 2-2

6. Spania - Kekkia 2½-1½

7. Ungarn - Ukraina 2-2

8. Týskland - Ísrael 3-1

9. Ongland - Italia 3-1

10. Frakland - Litava 2-2

Og hjá norðurlondum skarst soleiðis:

Norra - Moldova 1½-2½

Pólland - Svøríki 2½-1½

Ísland - Grikkaland 1½-2½

Kolumbia - Danmark ½-3½

Finnland - Uganda 3-1

Føroyar - Malta 3½-½

Oddastøðan:

1. Usbekistan 17 stig

2. Armenia 17

3. India B. 16

4. India 16

5. USA 16

6. Holland 15

7. Spania 15

8. Ongland 15

9. Týskland 15

10. Serbia 15


26. Danmark 13

41. Norra 12

49. Finnland 12

51. Svøríki 12

54. Ísland 12

94. Føroyar 10

118 lið í alt.

Toppdystirnir í dag:

Usbekistan - Holland

India B. - Týskland

Armenia - Spania

India - USA

Ongland - Moldova

Morguntelving
Tað var tíðliga í morgun, ella rættari sagt í nátt, at fyrstu leikirnir verða fluttir í øllum dystum í seinasta umfari í Chennai.

Byrjað varð klokkan 10 indiska tíð - tað er klokkan hálvgum seks í nátt føroyska tíð. 

Leinki til dystirnar sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder