Hondbóltur

Seinastu dystirnir áðrenn jólaferiuna

Hjá monnum eru teir tríggir dystirnir í dag eisini teir seinastu áðrenn landsliðssteðgin í januar og steypakappingina.

Kyndilskvinnur og kyndilsmenn vitja StÍF á Skála seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Kyndilskvinnur og kyndilsmenn vitja StÍF á Skála seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-18 11:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fimm dystir í bestu hondbóltsdeildunum verða leiktir í dag.

Hjá kvinnum er Stjørnan stórfavorittur á heimavølli móti VB. Føroyameistararnir, ið nú hava langt upp til topp-fýra, taka ímóti Kyndli, ið vann við sjey málum á Skála í fyrsta umfari.

Hjá monnum er H71 stórfavorittur móti Team Klaksvík, hóast klaksvíkingar vunnu í Hoyvík í heyst, KÍF og VÍF spæla týðandi, og helst spennandi, grannauppgerð, og StÍF og Kyndil stríðast um fjórða plássið.

SMS-deildin, kvinnur
Leygardagin 18. desember

13.30; Stjørnan - VB 
14.00: StÍF - Kyndil

H71 - EB er útsettur orsakað av koronu


Støðan
1. H71 21 stig (11 dystir)
2. Kyndil 17 stig (11 dystir)
3. Neistin 16 stig (12 dystir)
4. Stjørnan 14 stig (12 dystir)
5. StÍF 8 stig (12 dystir)
6. VB 2 stig (12 dystir)
7. EB 2 stig (10 dystir)

Burn-deildin, menn
Leygardagin 18. desember

StÍF - Kyndil 
H71 - Team Klaksvík
KÍF - VÍF 

(Allir byrja klokkan 16)


Støðan
1. H71 22 stig (13 dystir)
2. KÍF 18 stig (12 dystir)
3. VÍF 14 stig (13 dystir)
4. Team Klaksvík 9 stig (12 dystir)
5. Kyndil 9 stig (13 dystir)
6. Neistin 8 stig (12 dystir)
7. Kyndil 8 stig (13 dystir)



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder