Fótbóltur

Seinastu og størstu uppgávurnar fyri framman

Føroysku kvinnurnar fara eftir EM-plássinum fyrst í apríl, har dysturin í Íslandi verður avgerandi.

Føroysku kvinnurnar vóru fullkomiliga omaná móti Luksemborg herfyri. Nú snýr tað seg um at fáa góð úrslit móti Svøríki og Íslandi fyri at koma til EM (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku kvinnurnar vóru fullkomiliga omaná móti Luksemborg herfyri. Nú snýr tað seg um at fáa góð úrslit móti Svøríki og Íslandi fyri at koma til EM (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-19 07:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár varð føroyski hópurin til seinastu dystirnar í undankappingini til EM 2024 kunngjørdur. Claus Mogensen og Simon Olsen hava úttikið 16 spælarar til avgerandi dystirnar. 

Føroyski hópurin:

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Follo HK (NOR)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Útispælarar:
Rannvá Olsen, VÍF
Hervør Niclasen, Neistin
Karin Egholm, H71
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, TMS Ringsted (DEN)
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Elsa Egholm, H71
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Súna Krossteig Hansen, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)

Sí eisini: Turið er aftur á landsliðnum

Til dystirnar móti Luksemborg um mánaðarskifti vóru 17 úttiknar. 18-ára gomlu vinstru vengurinir Inga Maria Roysdóttir og Karin Egholm vóru við hvør sín dyst móti Luksemborg. Hesaferð er Bert Karin, ið spældi ógvuliga væl, úttikin. 

Turið Arge Samuelsen avloysir í roynd og veru Natasju Hammer. Toppskjúttin í SMS-deildini er úttikin sum bæði bakkur og vongur. Tað kann hava stóran týdning fyri liðið, at Turið er við aftur.

[object Object]
Turið Arge Samuelsen til landsliðsvenjing í fjør. Hon var ikki við til dystirnar móti Luksemborg (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyski setningurin er rímiliga greiður, hóast roknistykki ímillum trý'arar er heldur fløkjasligt. Givið er, at fáa Føroyar stig í Íslandi, so eru ógvuliga stór sannlíkindi fyri, at EM-plássi er í hús.

Tað er ósannlíkt, at man fær stig móti Svøríki, sum er væl sterkasta liðið í bólkinum. Svøríki hevur longu spælt seg til endaspælið og hevur bert vunnið stórt. Málúrtøkan verður tó helst púra avgerandi í trý'ara stríðnum, so hvørt mál telur tíðliga í apríl.

Støðan í bólkinum eftir fýra umfør - tvey eru eftir: 
1. Svøríki 8 stig 
2. Ísland 4 stig 
3. Føroyar 4 stig
4. Luksemborg 0 stig

Ísland er betri innanhýsis enn Føroyar. Nummar eitt og tvey koma víðari, og fýra teir bestu trý'ararnir í undankappingini koma eisini til EM - átta bólkar eru. Bert úrslit ímóti topp-tey telja í trý'ara roknistykkinum: Í løtuni eru Føroyar millum bestu trý'arnar.

Seinastu dystirnir hjá Føroyum:
5. umfar, mikudagin 03.04: Føroyar - Svøríki (kl.19)
6. umfar, sunnudagin 07.04: Ísland - Føroyar (kl.17)

Atgongumerki til dystin í Føroyum fáast til keyps her:

[object Object]
Mynd: HSF

Portalurin verður sjálvandi til staðar til dystin móti Svøríki og verður eisini við á túrinum til Íslands.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder