placeholder
Annað

Seinna steypakapping í estetiskum fimleiki um vikuskiftið

20 lið við nærum 180 íðkarum fara at kappast í Bylgjuni í Runavík leygardagin.

(Mynd: Jón K. Joensen)

(Mynd: Jón K. Joensen)

2023-03-10 08:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 11. mars verður seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki í Bylgjuni í Runavík.

20 lið við nærum 180 íðkarum fara at kappast. Vinnararnir av seinnu steypakapping fáa heiðursmerki, og steypavinnararnir, liðini við flest stigum frá báðum steypakappingunum, fáa steyp handað. Liðini sum kappast eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelganum Ljósinum, Fimleikafelagnum Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.

Kappingin byrjar kl. 13 við framførslum hjá pinkum, síðani smágentum, gentum, kvinnuunglingum og kvinnum.

Dyrnar lata upp fyri áskoðarum klokkan 12. Kappingin verður eisini stroymd, og leinki verður at finna á heimasíðuni hjá Fimleikasambandinum www.fimleikur.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder