
Umleið klokkan fimm sunnudagin vita vit, hvørji tvey lið skulu stríðast um Løgmanssteypið á Tórsvølli 4. desember - uttan so at neyðugt er við longdari leiktíð í øðrum ella í báðum dystunum.
Upprunaliga skuldu NSÍ og HB dystast í seinnu hálvfinaluni millum liðini leygardagin, men orsakað av ringu veðurforsøgnini fyri leygardagin og tí munandi betri til sunnudagin, er dysturin millum liðini, ið spældu 2-2 javnleik á Tórsvølli sunnudagin, fluttur.
Í síðstu viku skuldu B36 og Víkingur spæla leygardagin í Sarpugerði, men hesin dysturin varð fluttur til sunnudagin, orsakað av veðurforsøgnini fyri leygardagin - Víkingur vann 1-0. Slíkt kann verða neyðugt - serliga tá avgerandi fótbóltsdystir verða spældir hesa árstíðina, og umráðandi er at teir verða avgreiddir í best møguligum umstøðunum.
Les eisini: HB bjargaði sær eitt fínt útgangspunkt - Víkingur vann tepurt á B36
Nú er tað hent tvær vikur á rað, og harvið verða báðu seinnu hálvfinalurnar bríkslaðar í gongd klokkan trý sunnudagin.
Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmannsteypið
Sunnudagin 28.11 klokkan 15
NSÍ - HB (2-2)
B36 - Víkingur (0-1)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald