Fótbóltur

Seks broytingar í byrjunaruppstillingini

Håkan Ericson og Eli Hentze hava sett liðið, sum byrjar ímóti Lettlandi. Teitur, Odmar, Sonni Ragnar, Bjartalíð, og Klæmint eru aftur á liðnum. Málskorarin frá seinasta dysti byrjar hesuferð inni.

2020-11-14 16:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld klokkan sjey lokala tíð í Riga í Lettlandi, tað er klokkan 17:00 føroyska tíð, spælir føroyska A-landsliðið við monnum næstseinasta dystin í hesari UEFA Nations League kappingini.

Hópurin kom til lettiska høvuðsstaðin seint mikukvøldið, eftir at føroyska liðið hevði spælt venjingardyst móti Litava. Síðan hava tvær venjingar verið á skránni í Riga, og sum heild eru allir væl fyri til uppgávuna á Daugava Stadion í kvøld.

Venjararnir, Håkan Ericson og Eli Hentze hava gjørt seks broytingar í byrjunaruppstillingini, í mun til teir fyrstu ellivu, sum byrjaðu á vøllinum móti litavum.

Teitur Gestsson verður í mál, og í verjuni vera Gilli Rólantsson Sørensen, Sonni Ragnar Nattestad, Odmar Færø og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum vera Jóannes Bjartalíð, Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson og Gunnar Vatnhamar, og í álopinum vera Meinhard Olsen og Klæmint Olsen.

Eykaleikarar: Gunnar Nielsen, Kristian Joensen, Jóannes Kalsø Danielsen, Ári Mohr Jónsson, Magnus Holm Jacobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Adrian Justinnussen, Hilmar Leon Jakobsen, Bartal Wardum, Dan í Soylu og Heðin Hansen.

Brandur Olsen og Hallur Hansson eru leikbannaðir til dystin í kvøld, og eru tískil ikki tøkir.

Undan dystinum eru Føroyar fremst í bólkinum við 10 stigum. Týsdagin í næstu viku verður seinasta umfar á skránni, tá Malta og Føroyar møtast á Ta Qali Stadion á Malta.

Kringvarpið vísur dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder