Annað

Seks flogbóltslandsdystir um vikuskiftið

Um vikuskiftið leika føroysku A-landsliðini í flogbólti seks dystir. Mennirnir tríggjar í Føroyum og kvinnurnar tríggjar í Íslandi. Talan er um fyrireiking til Silver League kappingina sum stendur fyri durum.

2024-05-10 07:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Flogbóltssamband Føroya: Flogbóltssamband Føroya og Íslendska flogbóltssambandi - BLÍ - hava gjørt eina samstarvsavtalu, soleiðis at londini hjálp hvørjum øðrum við fyrireikingunum til Europa League kappingarnar komandi árini. Í hesum sambandi kemur íslendska landsliðið hjá monnum til Føroyar í dag - at leika tríggjar dystir ímóti føroyska mannslandsliðnum. Samstundis fer føroyska kvinnulandsliðið til Íslands at leika tríggjar dystir ímóti Íslandi.

Dystirnir hjá føroyska landsliðnum hjá monnum verða soleiðis:

Fríggjadagin 10. mai kl. 19.00 í Kollafirði
Leygardagin 11. mai kl. 15.00 á Sandi
Sunnudagin 12. mai kl. 13.00 í Klaksvík

Venjarin hjá monnum, Boban Ilic, hevur ein 16 mans hóp kláran til dystirnar ímóti Íslandi og skal hesin avmarkast til 12 mans áðrenn farið verður undir veruligu Europa League kappingina, har Føroya luttaka í Silver League.

Venjarin hjá kvinnunum, Christian Imhoff, hevur somuleiðis ein nakað størri hóp enn vanligt við sær til Íslands. Hesin hópurin verður so í næstu viku avmarkaður til teir 12 leikararnar, sum fara at umboða Føroyar í Silver League dystunum.

Silver League kappingin byrjar næsta vikuskifti.

Føroysku kvinnurnar leika tveir dystir í Montenegro, síðani tveir dystir í Luksemborg og enda heima í Føroyum við tveimum dystum.

Føroysku menninir leika fyrst tveir dystir í Íslandi. Síðani verða tveir dystir leiktir í Føroyum og síðstu dystirnir verða í Eysturríki.

Leikt verður soleiðsi:

Kvinnurnar:

Í Podgorica í Montenegro:

17. mai: Montenegro - Føroyar
18. mei: Føroyar - Georgia

Í Luksemborg:

24. mai: Luksemborg - Føroyar
25. mai: Føroyar - Ungarn

Í høllini á Hálsi í Havn:

7. juni: Føroyar - Finnland
9. juni: Føroyar - Bosnia og Hersegovina

Mennirnir:

Í Kópavági í Íslandi:

17. mai: Ísland - Føroyar
18. mai: Føroyar - Ísrael

Í høllini á Hálsi í Havn:

24. mai: Føroyar - Ísland
26. mai: Føroyar - Eysturríki

Í Amstetten í Eysturríki:

7. juni: Eysturríki - Føroyar
8. juni: Ísrael - Føroyar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder