Annað

Seks hálvmarathon í 2026

Nú er Sandoy hálvmarathon eisini alment á listanum. Til ber at vinna sær eitt serligt heiðursmerki við at renna øll.

Tey sum fingu serligt heiðursmerki við at renna fimm hálvmarathon í 2025 (Mynd: athletics.fo)

Tey sum fingu serligt heiðursmerki við at renna fimm hálvmarathon í 2025 (Mynd: athletics.fo)

2025-11-14 08:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Frælsur Ítróttur Føroya: Næsta ár ber aftur til at vinna sær eitt serligt heiðursmerki við at koma á mál í øllum hálvmarathon-tiltøkunum í Føroyum.

Í 2024 og 2025 var talan um fimm hálvmarathon-tiltøk, men í 2026 verða tey seks. Sandoy hálvmarathon er nú við. Avbjóðingin gerst sostatt størri, men somuleiðis gleðin við at megna hetta avrik.

Tey seks tiltøkini eru:
-Nýggjárshálvmarathon í Eysturoy í januar
-FM í Hálvmarathon í Klaksvík í mai
-Sandoy Hálvmarathon í mai
-Tórshavn Marathon Hálvmarathon í juni
-Føroya Sunnasta Hálvmarathon í Suðuroy í juni
-Føoya Vakrasta Hálvmarathon í Vágum í september

Treytirnar fyri at fáa serliga heiðursmerkið eru sera einfaldar – at luttakarin hevur luttikið og er komin á mál í øllum seks hálvmaratontiltøkunum í 2026. Fulli marathonteinurin á Tórshavn Marathon telur eisini við sum eitt hálvmarathon.

Serliga heiðursmerki verður latið eftir seinasta hálvmarathontiltakið – Føroya Vakrasta Hálvmarathon.
Talan er ikki um eina kapping, men ein serligan heiður, sum verður sýndur øllum, sum megna at luttaka í øllum seks hálvmarathontiltøkunum í Føroyum í 2026.

Fyrsta kappingin er longu 3. januar, tá Skechers Performance Nýggjárshálvmarathon verður runnið á Skálafjørðinum.

Les meira um tað á athletics.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder