Fótbóltur

Seks ósigrar útav seks møguligum móti Rumenia

Føroyar hava leikt tættar dystir móti rumenum, men hava eisini fingið oyruni í maskinuna. Hetta er fjórði útidysturin í Rumenia og fjórði ymiski leikvøllurin.

Rumenar megnaðu at fáa bóltin framvið Gunnari Nielsen einaferð í dystinum í 2015
(Mynd: FSF)

Rumenar megnaðu at fáa bóltin framvið Gunnari Nielsen einaferð í dystinum í 2015 (Mynd: FSF)

2019-03-25 22:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fyrstu HM-undankappingini hjá føroyska A-landsliðnum byrjaði tað við, at liðið fekk ein undir vangan i Bukarest. Við frálíka Gheorghe Hagi á odda gav Rumenia føroyska liðnum ein sekk uppá 7-0. Dysturin í rumenska høvuðstaðnum var tann fyrsti av higartil seks millum londini - nummar sjey verður í annaðkvøld í Cluj-Napoca, og nú er tað eitt rumenskt lið við yngra Hagi, Ian, á liðnum. Sonur mæta fótbóltsúrmælingin og hinir skulu royna at seta Føroyar uppá pláss.

Í seinasta undankappingardystinum til HM í 1994 vunnu rumenar 4-0 á Svangaskarði, har Raducioiu skoraði øll málini, og teir endaðu við at vinna bólkin. Tað gjørdu teir eisini í sjálvum endaspælinum, og síðani slóu Hagi og co. Argentina, sum hevði verið í tveimum teimum undanfarnu HM-finalunum, út í 1/8 finaluni. Sviar bastu Rumenia á Friends Arena leygardagin, og tað gjørdu teir eisini í fjórðingsfinaluni í USA í 1994. Hetta rumenska liðið var stera sterkt, og Rumenia stóð seg eisini væl í HM í Fraklandi í 1998. Síðani hevur landið ikki luttikið í HM-endaspæli, men hevur tó spælt seg til EM tríggar ferðir síðani aldarskifti.   

Fýra ferðir í hesari øldini hava rumenar bast Føroyum. Tað hevur verið tættari enn í 90' árunum, og í 2009 megnaði Egil á Bø sum tann fyrsti og higartil einasti føroyingurin at skora móti Rumenia. Tað var í 3-1 ósigrinum í Piatra Niemt. Fyri fýra árum síðani taptu vit tepurt í Ploiesti. Lars Olsen segði á tíðindafundinum í gjár, at talan var um gott føroyskt avrik tá. Nú skal liðið hjá honum royna seg á einum øðrum leikvøll og royna at skriva søgu við at fáa stig á Rumenia fyri fyrstu ferð í søguni. Dysturin í annaðkvøld byrjar klokkan 19.45. 

Sí eisini:
- Ein undir vangan
- Dysturin á Malta skal gloymast


HM-undankapping:
1992: Rumenia - Føroyar 7-0
1993: Føroyar - Rumenia 0-4

2008: Føroyar - Rumenia 0-1 
2009: Rumenia - Føroyar 3-1

EM-undankapping: 
2015: Rumenia - Føroyar 1-0
         Føroyar - Rumenia 0-3

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder