2021-07-02 15:30
Eingin søla av atgongumerkjum verður við dyrnar, tá Kí tann 15. juli spælir Conference League-dyst á heimavølli móti RFS úr Lettlandi.
700-800 atgongumerki verða sett til sølu klokkan 16. Orsøkin til fáu atgongumerkini eru at skipanin sjálv leggur upp til at tvey tóm pláss eru á hvørjari síðu av hvørjari bílegging. Ynskir onkur at sita saman, skal hetta gerast við at gera eina bílegging saman.
Kí væntar, at hesi atgongumerkini skjótt verða útseld.
Atgongumerkjasølan gongur fyri seg á heimasíðuni hjá KÍ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald