Fótbóltur

Senda Fótbóltsskýlið beinleiðis úr Sørvági og siga síðani frá 07 Vestur - EB/Streymur

Klokkan 17.15 verður Trygvi Absalonsen saman við Jóhan á Mýrini og Fróða Reinert Petersen, og klokkan 18.30 byrjar botnbrakið á Dungasandi. Alt kann hoyrast á FM1.

Trygvi Absalonsen verður við mikrofonina í nakrar tímar á Dungasandi (Mynd: Sverri Egholm)

Trygvi Absalonsen verður við mikrofonina í nakrar tímar á Dungasandi (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-07 11:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skal EB/Streymur fyribils sleppa nakað frá botnstríðnum, ella skal 07 Vestur gera tað uppaftur tættari.

Hetta fáa vit svar uppá á Sørvági í kvøld, tá 07 Vestur og EB/Streymur spæla fyrsta dystin í 18. umfari í Meistaradeildini.

[object Object]
07 Vestur og EB/Streymur spæla oftast tættar, og eisini undirhaldandi, dystir (Mynd: Jóanis Albert Nielsen)

18. umfar í Meistaradeildini
Fríggjadagin 7. august
18.30: 07 Vestur - EB/Streymur

Sunnudagin 9. august 
15.00: Víkingur - B68

Mánadagin 10. august
18.30: KÍ - HB
19.00: NSÍ - Skála

FM1 sigur frá øllum dystunum og til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum

B36 vann 1-0 á AB í framskundaða dystinum millum liðini á ólavsøku

[object Object]Støðan

FM1 ger nógv burturúr dystinum í kvøld. 

Frá klokkan 17.15 senda vit beinleiðis úr Sørvági, har Trygvi Absalonsen, Jóhan á Mýrini og Fróði Reinert Petersen fara at hita upp, tosa um kappingina sum heild og hyggja eitt sindur eftir evropeisku avrikunum hja KÍ og NSÍ í gjár.

Sjálvur dysturin byrjar klokkan 18.30, og hann verður eisini at hoyra á FM1 við Trygva Absalonsen sum frásøgumanni.

Til ber eisini at fylgja gongdini ovast á Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder