2025-06-27 18:06

Føroyar spæla í kvøld klokkan 20 søguliga HM-hálvfinalu móti Portugal í U21.
Tað var í gjárkvøldið at føroysku garparnir vunnu fjórðingsfinaluna móti Slovenia, og ein rúgva av føroyingum fylgdu við dystinum. Fylgjast kann við á ymiskar hættir. Dysturin kann stroymast fyri gjald, hann verður vístur á stórskíggjum kring landið og eisini ber til at fylgja við her á Portalinum.
Sendið okkum eina mynd av hvussu tit hyggja og stuðla U21-monnunum í Póllandi.
Vit leggja onkrar myndir í livebloggin og savna myndir saman í einari grein seinni í kvøld.
Send okkum á Messenger hjá Portalinum ella á teldupost [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald