Annað

Senegal og Japan spældu javnt í undirhaldandi dysti

Bæði liðini hava nú fýra stig, og gott útgangsstøði undan seinasta dystinum í bólkinum.

Talan var um ein javnan dyst í Ekaterinburg, og tað endaði eisini við javnleiki
(Mynd: EPA)

Talan var um ein javnan dyst í Ekaterinburg, og tað endaði eisini við javnleiki (Mynd: EPA)

2018-06-24 18:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað endaði 2-2 í Ekaterinburg, tá størsta vónin hjá Asia og Afrika hittust. Senegal var tvær ferðir á odda, men Japan svaraði í báðum førum aftur.

Bæði liðini vunnu í fyrsta umfarið heldur yvirraskandi. Senegal var ein lítil favorittur í dag, og tað var eisini vesturafrikanska landið, sum kom betri frá byrjan. Eftir tíggju minuttir fingu japanarar ikki ruddað heilt vekk, eitt skot kom sum málverjin sló út á beinið á Saido Mané, og so var 1-0. 

Senegal megnaði tó ikki heilt at seta seg tungt á dystin og søkja eftir 2-0 málinum. Japan hevði ikki so nógv at bjóða uppá, men tíggju minuttir fyri hálvleik fekk Yuri Nagatomo bóltin innum verjuna. Hann legði bóltin av til Takashi Inui, ið flott legði bóltin niður í longra málhorn.

Japan kom eisini betri út til 2.hálvleik. Sengal fekk ikki tingini at hanga saman, meðan Japan flutti bóltin betri og kom til nakrar stórar møguleikar. Millum annað rakti Inui tvørtræðið. Men tað var Senegal, sum skoraði til 2-1. Góðar kobinatiónir, har Mané var íblandaður, ein tvørsending í brotsteiginum, og so var 19-ára gamli Moussa Wague púra fríur. Høgri bakkurin smekkaði til, og skoraði sítt fyrsta landsliðsmál.

Japan sendi beint eftir hetta Keisuke Honda á vøllin. Hann skuldi ikki brúka nógva tíð uppá at fáa javnvág í. Verjan og málverjin hjá Sengal sóu ikki ov pen út, og so kundi miðvallarin smekka bóltin í málið. Honda hevur nú verið íblandaður í sjey útav teimum seinastu níggju málunum hjá Japan í HM-endaspølum.

Tað kom einki mál afturat, og bæði liðini kunna verða rímiliga nøgd við úrslitið. Japan og Senegal kunnu bæði koma víðari úr bólki H við at einum javnleiki í seinasta dystinum. 

Nú kl.19.00 spæla Kolumbia og Pólland lagnudyst. Taparin er úti av HM; um eitt av liðunum vinnur, so er lagnan í hondunum á tí liðnum í seinasta umfarinum. Um tað endar við javnleiki í Kazan, so er støðan í bólkinum tann, at øll liðini kunna koma víðari og øll kunna rúka út í seinasta umfarinum. 

Senegal - Japan 2-2(1-1) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder