Fótbóltur

Senegal og Nigeria greiddu sína skyldu

Favorittarnir eru víðari til hálvfinalurnar og fáa í kvøld síni mótstøðulið at vita, eftir at tvær tær seinnu fjórðingsfinalurnar eru leiktar.

Teir í grønum kundu fegnast í Kairo í gjárkvøldið - Mynd: EPA

Teir í grønum kundu fegnast í Kairo í gjárkvøldið - Mynd: EPA

2019-07-11 13:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá dagurin í dag er av, eru bert fýra lið eftir í kappingini um at lyfta steypið í Africa Cup of Nations.

Senegal legði út við at vinna sína fjórðingsfinalu. Undan dystinum var liðið hjá Aliou Cisse eisini stórfavorittur ímóti Benin, men tað var ikki fyrrenn miðskeiðis í 2. hálvleiki, at Senegal fekk hol á. Tað var Everton-miðvallarin, Idrissa Gana Gueye, ið gjørdist matchvinnari. 

[object Object]
(Idrissa Gana Gueye sendi Senegal í hálvfinaluna - Mynd: EPA)

Fólkaríkasta landið í heimspartinum er eisini við í hálvfinaluni eftir spennandi uppgerð ímóti Suðurafrika. Nigeria kom á odda í 1. hálvleiki og hevði eisini fleiri málmøguleikar. Suðurafrika hevði tó bóltin væl meira, og tjúgu minuttir fyri leiklok varð javnleikur. Tað líktist longdari leiktíð, men í 89. minutti avgjørdi William Troost-Ekong dystin, tá verjuleikarin skoraði í samband við hornaspark.

Í dag dystast fýra lond um tey bæði plássini, ið eru eftir. Fyrra uppgerðin sær á pappírinum út til at vera sera jøvn og spennandi, og í seinastu 1/4-finaluni skal stóra yvirraskilsi í kappingini eldin; talan er um Madagaskar, ið er við í endaspælinum á fyrsta sinni.  

Fjórðingsfinalurnar í AFCON

10.07:

Senegal-Benin 1-0

Nigeria-Suðurafrika 2-1

11.07:

(17.00): Fílabeinsstrondin-Algeria

(20.00): Madagaskar-Tunesia

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder