Greitt var frammanundan fyrstu uppgávuni í EM-kappingini í Georgia, at tað var á pappírinum tað sterkasta liðið í bólkinum, ið føroysku genturnar vóru uppi ímóti. Tað er eingin bleyt byrjan at spæla ímóti sterka serbiska liðnum, men okkara fóru til uppgávuna við góðum treysti og bjóaðu veruliga serbiska liðnum í stórum parti av dystinum. Hetta var fyrsti dystur yvirhøvur í kappingini.
Føroyar hingu í leingi. Munurin kom ikki upp á meira enn trý mál, fyrrenn beint yvir 40 minuttir vóru leiktir, og hann lá og svingaði ímillum eitt-tvey mál og tvey-trý mál. Vælleikandi Elsa Egholm á vinstra bakki legði Føroyar á odda 1-0, og hóast nakrar møguleikar til tað í nøkrum førum, so komu okkara ongantíð uppá javnt, eftir at tað gjørdist 2-1 til Serbia. Allan fyrra hálvleik vóru Føroyar tó væl við, og har var ikki nógvur munur á liðunum. Báðir málverjarnir hjá Føroyum høvdu nakrar góðar bjargingar í dag, men eina løtu í 1. hálvleiki gekk striltið hjá teimum og verjuni at steðga Serbia.
Fleiri føroysk álop vóru sera væl frágingin, men tað vóru samanlagt eitt vet ov nógvir feilir til koma undir liðuna ella vinna seg frammum Serbia, ið hevur eitt fysiskt sera sterkt lið. Føroyar høvdu eina góða løtu í byrjanini av 2. hálvleiki, men so fór tað at ganga striltið at skora mál, og serbar trektu nakað frá miðskeiðis í 2. hálvleiki.
Ungu føroysku kvinnurnar hildu tó fram at stríðast. Jana Mittún úr H71 gekk á odda mitt fyri, og hon hevði fleiri góð mál, har breyt ígjøgnum við ferð og avsluttaði væl. Hon varð toppskjútti og vald til besta føroyska leikaran í dystinum. Spælskiparin úr Vestmanna Rannvá Olsen var trygg uppá flestu brotskøstini, og fleiri leikarar bjóðaðu inn við málum.
Eftir at Serbia var á veg ímóti einum greiðum sigri eina løtu, ótu okkara seg innaftur. Munurin var sjey mál einaferð, men Føroyar komu niður á -3 ímóti endanum. At enda var unurin fýra mál, og tá má eitt ella annað stað verða góðkent. Til samanlíknig tapti føroyska A-landsliðið við 16 málum í báðum dystunum ímóti Serbia í EM-undankappingini 2017-2018.
Næsti dystur hjá Føroyum er í morginárini klokkan 09 ímóti Bulgaria. Tá eru útlitini fyri at fáa stig betri, og avrikið í dag gevur helst gott mót víðari.
EM kapping - bólkur A
03.08, Tblisi
Føroyar - Serbia 26-30 (11-13)
Dystargongin:
5 min: 1-2
10 min: 3-4
15 min: 5-7
20 min: 8-10
25 min: 9-12
35 min: 13-16
40 min: 16-18
45 min: 17-22
50 min: 20-26
55 min: 24-27
Liðið frá byrjan: Rakul Wardum - Brynhild Pálsdóttir, Lív Zachariassen, Jana Mittún, Vár Zachariasen Elsa Egholm, Lea Mortensen Mørk
Føroysku málskjúttarnir:
Jana Mittún 7
Elsa Egholm 5
Rannvá Olsen 4 (3)
Lív Zachariasen 3
Brynhild Pálsdóttir 3
Natasja Hammer 2
Frida Holm Jacobsen 1
Maria P. Nólsoy 1
Bjargingar:
Rakul Wardum 6
Rúna Jógvansdóttir Larsen 5 (1 brotskast)
Dagsins føroyski leikari: Jana Mittún
Útvísingar: Vár Zachariasen 2, Elsa Egholm 1, Lív Zachariasen 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald