Annað

Sera gott lutakast hjá NSÍ

NSÍ fekk skotska mótstøðu í Evropa League.

NSÍ vann steypakappingina í fjør, og vann sær harvið rættin at spæla í fyrsta undanumfarið í Evropa League. Mótstøðuliðið verður Hibernian FC (Mynd: Jens Kr. Vang)

NSÍ vann steypakappingina í fjør, og vann sær harvið rættin at spæla í fyrsta undanumfarið í Evropa League. Mótstøðuliðið verður Hibernian FC (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-06-20 11:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað kundi verða FCK ella onnur skandinavisk lið; tað kundi verða eitt lið úr Slovenia. Men tað endaði við, at NSÍ fekk nær við eitt dreymalutakst. Føroyski steypavinnarin varð paraður saman við Hibernian FC úr Skotlandi.

Hibernian, ella Hibs sum liðið verður nevnt, endaði nummar 4 í skotsku Premier League farna kappingarár. Liðið, har fyrrverandi Celtic-venjarin og leikarin Neil Lennon, er venjari, vann steypakappingingina í 2016.

NSÍ avrikaði væl í Evropa League í fjør, tá liðið spældi ímóti Soligorsk úr Hvítarusslandi. Nú fekk NSÍ eitt gott lutakast, har ferðingin ikki er long, og har ítrottarliga avbjóðingin er spennandi.

Dystirnir í fyrsta undanumfari í Evropa League verða spældir 12 og 19 juli. NSÍ spælir fyrst á útivølli.

Klokkan 13.00 verður lutakast til 2.undanumfar. Tá fæst at vita, hvørjum NSÍ kann møta, um liðið spælir seg víðari. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder