Hondbóltur

Serbi skal styrkja verjupartin hjá NSÍ

31-ára gamli Nikola Kovacevic hevur millum annað spælt 139 dystir í bestu deildini í heimlandinum. Seinastu árini hevur hann roynt seg aðrastaðni.

192 sentimerar høgi serbin saman við Karsteni Joensen, formanni í NSÍ

192 sentimerar høgi serbin saman við Karsteni Joensen, formanni í NSÍ

2026-02-11 19:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

NSÍ hevur skrivað sáttmála við serbiska leikaran Nikola Kovacevic.

Sáttmálin við 31 ára gamla verjuleikaran er galdandi fyri kappingarárið 2026.

Nikola er uppvaksin í serbiskum fótbólti, har hann hevur spælt við fleiri feløgum í bestu serbisku deildini.

Harumframt hevur hann seinastu árini leikt í bestu deildunum í Montenegru, Lettlandi, Lybia og Indonesia.

192 sentimerar høgi serbin fer at styrkja um verjupartin hjá NSÍ. Nikola er sterkur í luftini, kroppsterkur og er dugnaligur at lesa spælið.

NSÍ

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder