Fótbóltur

Sergio Ramos aftur til barndómsfelagið

37 ára gamli verjuleikarin hevur skrivað eitt árs sáttmála við FC Sevilla.

Sergio Ramos fekk stórt uppmerksemi, tá hann vendi heimaftur til FC Sevilla (Mynd: EPA)

Sergio Ramos fekk stórt uppmerksemi, tá hann vendi heimaftur til FC Sevilla (Mynd: EPA)

2023-09-05 10:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi spanski landsliðsleikarin, 37 ára gamli verjuleikarin Sergio Ramos, spælir nú aftur við felagnum har fótbóltsleiðin byrjaði.

Í 2005 gavst Ramos í FC Sevilla og skifti til Real Madrid. Nú, 18 ár og nógv steyp seinni, er hann aftur í andalusiska barnsómsfelagnum, skrivar Ritzau.

Sevilla boðar frá á heimasíðu síni, at Ramos hevur klárað læknakanningina, og hevur skrivað sáttmála fyri restina av kappingarárinum.

Ramos hevur seinastu tvey árini spælt fyri franska felagið Paris Saint-Germain, men gavst í summar, tá sáttmálin rann út.

Undan tí spældi hann í 16 ár við Real Madrid, har hann var við til at tryggja felagnum Champions League steypið fýra ferðir, spanska meistaraheitið fimm ferðir, og HM-heitið fyri felagslið fýra ferðir.

Á landsliðnum gjørdist hann heimsmeistari við Spania í 2010 og vann EM bæði í 2008 og 2012. Hann spældi 180 landsdystir og skjeyt 23 mál áðrenn hann í februar í ár gavst sum landsliðsleikari. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder