Fótbóltur

Seta sjøtul á kappingarárið við stórsteypadystinum í kvøld

Greipuvinnararnir úr Klaksvík og HB hittast á Tórsvølli klokkan 17, og nøkur greið tekin kunnu síggjast. FM1 sigur frá dystinum og til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum.

Í 2024 sigraði eitt ungt HB-lið á KÍ í stórsteypadystinum. I dag er styrkisroynd hjá  greipuvinnarunum og liðnum við silvuri í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í 2024 sigraði eitt ungt HB-lið á KÍ í stórsteypadystinum. I dag er styrkisroynd hjá greipuvinnarunum og liðnum við silvuri í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-28 10:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir rúma tíð við fyrireikingum, venjingardystum og øðrum fæst okkurt eitt sindur meira ítøkiligt at fyrihalda seg til í føroyska fótbóltsárinum 2026.

Gamaní er ikki talan um ein "veruligan" kappingardyst, men steyp er uppá spæl í stórsteypadystinum, og tað er meira enn ein venjingardystur.

KÍ fór avstað við greipuni í 2025 og tapti ongan dyst á føeoyskari jørð. Tað gjørdi HB heldur ikki, eftir André Olsen tók við í mai, og í innanhýsis dystunu eftir tað endaðu við javnleikum.

Í kvøld kunnu vit fáa eitt sindur greiðari svar uppá, hvussu arvafíggindarnir hvør í sínum lagi eru fyri í 2026. Gamaní hava bæði liðini nakrar skaðar, og HB hevur ikki allar sínar spælarar uppá pláss.

Sí eisini: Nýggi áleyparin hjá HB hevur seinast spælt í Skotlandi

[object Object]
René Shaki Joensen, sum er uppvaksin í júst HB, í stórsteypatapinum hjá KÍ í 2024. Tað gav eitt tekin um, at árið hjá táverandi FM-vinnarin ikki fór at ganga eftir ætlan. Shaki er nú langtíðarskaddur og spælir eftir øllum at døma ikki aftur fyrrenn í summar (Mynd: Sverri Egholm)

Av tí at KÍ vann bæði stóru steypini hjá monnum í fjør, eru silvurvinnararnir úr HB hitt liðið í stórsteypadystinum. Liðini spældu venjingardyst í Klaksvík fyrr í mánaðinum. Tá endaði tað 2-0 til KÍ.

Liðið hjá Magnusi Powell tapti fyri viku síðani 3-0 móti B36 og fekk harvið eina ávaring stutt fyri kappingarbyrjan.

Stórysturin byrjar klokkan 17, og FM1 sigur frá. Rúni á Reynatrøð og John Petersen fara at sita til reiðar við mikrofonirnar.
Til ber eisini at fylgja við ovast á Portalinum.

Lurta eftir FM1 her - ella á vanligu frekvensunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder