Nú stundar av álvara, til Føroyaleikir byrja. Talan er um fyrstu útgávuna av føroysku ítróttarstevnuni, sum fer at vera í árum, tá Oyggjaleikir ikki eru á skránni.
Setan verður í Marghøllini í Vági í annaðkvøld, hósdagin 8. juli. Elin Heðinsdóttir Mortensen, ÍSF forseti, og Sámal Midjord seta leikirnir. Tvøroyrar hornorkestur og Ingi Poulsen spæla til setanina, boðar Vágs kommuna frá á heimasíðu sínari.
Á hinum plássunum, har Føroyaleikir verða hildnir, Klaksvík, Runavík og Tórshavn, verður setanin fríggjakvøldið.
Til Føroyaleikirnir í Vági eru hesar ítróttargreinar umboðaðar: Svimjing, dart, bogaskjóting og renning - 1/2 marathon. Byrja verður tíðliga fríggjamorgunin, og. leygardagin halda svimjingin, dart og bogaskjóting fram, og Kirvi Føroya Sunnasta 1/2 Marathon verður á skránni. Sunnudagin eru seinastu svimjikappingarnar á leikunum.
Í samband við Føroyaleikirnar verður nógv ymiskt á skrá.
- Tankin er at skapa ein oyggjaleika stemning í Vági við alskyns tiltøkum og upplivingarmøguleikum allar dagarnar, meðan FøroyaLeikirnir eru, skrivar vagur.fo.
Á heimasíðuni kann lesast meira.
Øll skráin sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald