Um vikuskiftið verður seyðahundakapping á Viðareiði.
Talan er um seinastu kapping fyri kappingarárið 2025-2026. Leygardagin er innleiðandi, har sjey teir fremstu koma í finaluna, sum verður sunnnudagin.
Finnast skal bæði FM-vinnari og vinnari av Faroese National. Faroese National er ein kvalifikatiónskapping, sum allar hinar kappingarnar, men at vinna Faroese National er ein eyka heiður. Hetta kann samanberast við steypakappingin í fótbólti, skrivar Seyðahundasamband Føroya.
Spenningur er um, hvør kemur á landsliðið. Tað eru fýra teir fremstu hundarnir, sum koma at umboða Føroyar til EM í Belgia í august, og triggir teir fremstu, sum koma at umboða Føroyar til HM í Skottlandi í september.
Tummas Jacobsen við Moss og Jónstein Petersen við Gripi hava longu tryggjað sær pláss. Teir eru ávíkavist nummar eitt og nummar tvey.
Viðvíkjandi hinum báðum plássunum er alt opið. Trý stig eru á muni ímillum triðja og fjórða pláss, og aftur trý stig á muni frá nummar fýra til nummar sjey.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald