Annað

Seyðahundakapping í Saksunardali í morgin

Hetta er ein partur av FM-undankappingunum til EM í Belgia og HM í Skotlandi í 2026.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-11-21 08:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunda seyðahundafelag skipar fyri einari spennandi klassa 3 kapping í Saksunardali, har 19 hundar luttaka, hetta vikuskiftið. Hetta er ein partur av FM-undankappingunum til EM í Belgia og HM í Skotlandi í 2026.  

Fýra teir fremstu hundarnir sleppa til EM í Belgia, og tríggir teir fremstu sleppa til HM í Skotlandi. 

Í Sandavági varð kappast seinasta vikuskifti, og vórðu nøkur óvæntað úrslit tá. Moss hjá Tummasi Jacobsen fekk triðja pláss, ið gjørdi, at munurin upp til fremsta plássið minkaði eitt lítið sindur. Midge hjá Onnu Sofíu Fjallheim, ið lá á øðrum plássið, fekk einki stig hasaferð og Svan hjá Tóroddi Vang, ið undan seinastu kapping einans hevði trý stig, gjørdi eitt ordiligt hál við at verða nr. 2 og fekk 6 stig. Sostatt hevur hann nú 9 stig og er á einum deildum 4. plássið. Gripur hjá Jónstein Petersen vann seinastu kapping og liggur nú einsamallur á øðrum plássi. 

FM støðan sær soleiðis út: 

Nr. 1 Moss við 25 stigum 
Nr. 2 Gripur við 19 stigum 
Nr. 3 Midge við 12 stigum 
Nr. 4 eru tríggir javnir við 9 stigum, Kelly, Meg og Svan. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder