Hann var við til at skapa stórt úrslit fyri KÍ á Tórsvølli hósdagin móti Lille í Coneference League-bólkaspælinum, og leygardagin vann unnustan, Sara Samson Lamhauge, steypakappingini við NSÍ og gjørdist dagsins spælari.
René Shaki Joensen vil gjarna gera hesum avrikum eftir, og royndi landsliðsspælarin setur orð á, hvussu tað kann eydnast hjá Føroyum móti einum heldur sperdum pólskum liði.
René kann spæla nógv ymisk pláss og verður helst bakkur í morgin. 30-ára gamli havnarmaðurin í KÍ staðfestir, at tað snýr seg um at vera til reiðar til allar uppgávur og gera tað grundleggjandi rætt.
Føroyar og Pólland spæla EM-undankappingardyst á Tóravølli í annaðkvøld. Yvir 3.000 áskoðarar væntast til dystin. Føroyar eru aftast í bólkinum við einum stigi fyri fimm dystir. Pólland, ið hevur nýggjan landsliðsvenjara og ein skaddan Lewandowski, er næstaftast við seks stigum.
EM-undankappingarbólkur E
Hósdagin 12. oktober
19.45: Føroyar - Pólland
Atgongumerki til dystin kunnu keypast her
Sunnudagin 15. oktober
18.00: Kekkia - Føroyar
Støðan eftir fimm umfør:
1. Albania 10 stig
2. Kekkia 8 stig*
3. Moldova 8 stig
4. Pólland 6 stig
5. Føroyar 1 stig
* Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald