- Tað var eitt sindur rørandi at vera á vølliunum aftur. Tá hevði eg verið úti í eini níggju mánaðir. Tað gongur væl, og eg havi spælt meira og meira fyri hvønn dystin.
Hetta sigur René Shaki Joensen, sum er komin á vøllin í trimum teimum seinastu dystunum hjá KÍ. Fjølbroytti landsliðsspælarin hevur sitið uttanfyri við trupulleikum í lærkrikanum og mjødnini alt 2026, og tað hevur verið hart.
Tað staðfesti 33-ára gamli havnarmaðurin, tá vit fingu orðið á hann eftir venjingina hjá KÍ á Tórsvølli mikudagin.
Har setti Shaki eisini orð á avgerandi Europa League-dystin, sum skuldi verða spældur í gjár, men sum er útsettur til í kvøld klokkan 19.
Sí eisini: Bráðvend eftir pólskt trýst: KÍ og Lech Poznan spæla fríggjakvøld heldur enn hóskvøld
Royndi spælarin, ið ofta er serliga eyðsýndur í slíkum stórum dystum, staðfestir, at KÍ hevði ein ringan dag á kontórinum móti HB mánadagin. Men møguleikin er avgjørt har móti Lech Poznan, um man ger tingini røtt og fær fjøldina við, sigur René Shaki Joensen.
Hoyr alla samrøðuna við René Shaki Joensen her
![]()
René Shaki Joensen skorar her til 1-0 í dystinum móti Neman Grodno í 3. umfari í Conference League. Talan var um dyst á Tórsvølli fyri einum ári síðani (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: FM1: Fótbóltsskýlið og frásøgn av Tórsvølli í kvøld
Europa League League 3. umfar, seinni dysturin
Hósdagin 13. august á Tórsvølli
19.00: KÍ - Lech Poznan (0-1)
Til ber at lurta á FM1 og fylgja við ovast á Portalinum. Dysturin sæst á tv.ki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald