Mikukvøldið var helst tað størsta í 119-ára longu søguni hjá KÍ á ymsan hátt, og í dag hevur felagið góð tíðindi til fjepparar sínar:
- Hendan deiliga leygarmorgun kunnu vit gleðiliga boða frá, at okkara René Shaki Joensen hevur longt sín sáttmála við felagið. Shaki kom til KÍ í januar 2022 og hevur longt verandi sáttmála, ið gongur út í desember, til og við kappingarárið 2025.
"Okkara René Shaki Joensen" er annars havnarmaður og er uppvaksin í HB. Hann hevur eisini nógvar royndir við fótbólti uttanfyri landoddarnar og hevur spælt 44 landsdystir fyri Føroyar.
René Shaki Joensen hevur víst sítt stóra virði fyri KÍ í síðstu evropeisku dystunum. Eitt er verjukendu uppgávurnar, ið hann loysir til lítar, og so hevur hann eisini tikið nógvar góðar túrar fram við og verið stórur partur av tveimum málum (Mynd: Sverri Egholm)
Shaki og venjarin, Magne Hoseth (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag)
René kom til KÍ undan seinasta kappingarári og hevur, sambært Faroesoccer, spælt 53 dystir og skorað fýra ferðir fyri felagið í Klaksvík. Hann hevur ongan dyst tapt í bláum í Betrideildini og hevur verið við til at spælt liðið víðari í Evropa tríggjar ferðir.
Restina av árinum skal kviki og raski vongbakkurin/miðvallarin spæla nógv fyri KÍ í evropeiskum kappingum, og nú er greitt, at nú 30-ára gamli Shaki verur KÍ-spælari í minsta lagi tvey og eitt hálvt ár afturat.
René Shaki Joensen og KÍ spæla fyrra dystin í triðja umfari í Champions League móti Molde á Tórsvølli týskvøldið klokkan 19.45. Tað byrjar av álvara at fækkast við atgongumerkjum til dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald