Tað er heldur ilt at meta um, júst hvør styrkin hjá FC Sheriff Tiraspol er. Mótstøðuliðið hjá KÍ í Europa League play-off umfarinum er úr Moldova (Transnistria) men hevur fingið fleiri stór evropeisk úrslit seinnu árini. Ein rúgva av broytingum hava verið í hópinum aftur í summar. Talan er eisini um ein hóp við spælarum við 15 ymiskum tjóðskapum.
Kappingin í Moldova er ikki beinleiðis krútsterk. Hon er tó styrkismett nakað hægri enn Betrideildin - serliga útfrá evropeisku úrslitunum hjá Sheriff seinastu árini.
Fyrr í hesari øldini hevur liðið úr umstrídda Transnistria-økinum verið í bólkaspælinum í júst Europa League fýra ferðir. Har er tað ikki eydnast at spæla seg víðari. Í 2021 rakti felagið, sum "altíð" vinnur meistaraheitið í Moldova, heilt rætt og kom í Champions League-bólkaspælið. Har eydnaðist at fáa fýra stig móti Shakhtar Donetskt, og Sheriff skapti ein stóran skelk við at vinna á Santiago Bernabeu. Tað endaði 2-1 móti Real Madrid, ið seinni vann kappingina. Sum Norðlýsið annars hevur víst á, er Shakhtar tó sum heild væl sterkari á heimavølli í Evropa.
Ikki óvæntað er Sheriff Tiraspol rímiliga stórur favorittur at fara víðari samanlagt. Soleiðis hevur eisini verið við mótstøðuliðunum hjá KÍ í Champions League: Ferencvárosi, Häcken og Molde. Tó er Sheriff ikki eins stórur favroittur til dystin í Føroyum, sum hinir gestirnir hjá KÍ í summar hava verið. Veddingarfyritøkur geva peningin beint yvir tvær ferðir aftur, um útiliðið vinnur á Tórsvølli.
Javnleikur er 3,30-3,40, og oddsini á KÍ-sigur liggja beint omanfyri hetta. Sheriff Tiraspol fór út úr 2. umfari í Champions League eftir longda leiktíð í Haifa. Í 3. umfari í Europa League vann Sheriff samanlagt stórt á BATE Borisov úr Hvítarusslandi (7-3). KÍ hevur ikki tapt evropeiskan heimadyst í summar.
Eitt heldur stuttligt við hesari uppgerðini er, at hesi liðini vóru heilt nær við at hittast í play-off umfarinum í somu kapping fyri trimum árum síðani. KÍ vann stórt á georgiska Dinamo Tbilisi á Tórsvølli, samstundis sum írska Dundalk vann eftir brotssparkskapping í Transnistria. Harvið spældu Dundalk og KÍ um pláss í Europa League-bólkaspælinum í 2020 - írska liðið vann 3-1.
KÍ venur á Tórsvølli seinnapartin. Uppgerðin í annaðkvøld byrjar klokkan 19.45. Kringvarpið vísir dystin. Atgongmerki kunnu keypast her - higartil eru munandi færri seld enn seinast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald