Føroya Tele-deildin, kvinnur:
SÍ-Mjølnir 3-1 (28-30, 25-17, 25-17, 25-21)
Við 3-1 sigri á Mjølni lyfti SÍ seg eitt stig upp um Fleyr, sum frammanundan lá á øðrum plássi, og harvið er tað, sum støðan er nú, SÍ sum skal møta Drátti í FM-finalunum.
Men SÍ fekk ein rættiligan hvøkk í gjárkvøldið, tá Mjølnir vann fyrsta settið og eisini hótti í fjórða.
Mjølnir fekk eina flúgvandi byrjan upp á fyrsta sett, og legði seg á odda 6-1 og 10-6, áðrenn SÍ javnaði til 11-11. Síðan skiftust liðini um at at vera á odda, og ikki fyrr enn við sínum fjórða settbólti eydnaðist loksins Mjølni at vinna settið 30-28. Tá hevði SÍ havt tveir settbóltar.
Men í øðrum setti vísti heimaliðið, hví tað hóast alt er tað, sum liggur á finaluplássinum. Skjótt gjørdist munurin bæði fimm og tíggju, og endaði á átta: 25-17. Hetta gjørdist eisini munurin í triðja setti, har Mjølnir annars hevði lagt seg á odda 5-0, men alt fór fyri mutur og skutur, tá SÍ vann 11 tey næstu stigini og legði seg á odda 11-5!
Fjórða sett var leingi javnt og klaksvíkskvinnur fylgdu við heilt til 20-19 til SÍ, tá sørvingar vunnu avgerandi stigini og settið 25-21.
Komandi vikuskiftið verður rættiliga avgerandi fyri, hvør av teimum báðum, SÍ og Fleyr, kemur í finaluna.
Fríggjadagin skal SÍ til Suðuroyar at møta TB, sum er í góðum stima, og hevur fingið stig í teimum seinastu fimm dystunum – eitt nú ímóti Fleyr og Drátti. Dregur SÍ svart í Trongisvági, so eru dyrnar gloppaðar fyri Fleyr, sum leygardagin skal spæla ímóti Drátti á Giljanesi. Men so skal Fleyr eisini hava stig, tí ella skal Fleyr aftur hava hjálp frá Mjølni, sum tekur ímóti SÍ seinasta í seinasta dystinum undan finalunum.
Og so er spurningurin: Kunnu Mjølnir-kvinnurnar gera tað eitt lítið sindur betri á heimavølli, enn tær gjørdu á útivølli í gjárkvøldið?
Nr. 1 og 2 leika tvær finalur um føroyameistaraheitið. Fyrra finalan verður leikt á heimavøllinum hjá liðnum sum er nr. 1 í sjálvari landskappingini. Seinna finalan verður leikt í hølli á Hálsi leygardagin 27. apríl. Vinna liðini hvør sína finalu – sama hvat settmunurin er – so verður føroyameistaraheitið avgjørt við einum gullsetti upp í 15 beint eftir seinnu finaluna.
Støðan í Føroya-teledildini fyri kvinnur er nú tann, at Dráttur hevur 42 stig, SÍ 32, Fleyr 31, TB 22, Mjølnir 19, KÍF 18 og Ternan hevur 1 stig. TB og Ternan fyri 15 dystir – hini liðini hava leikt 16 dystir.
Írestandi dystirnir í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum:
Fríggjadagin 12. apríl kl. 18: TB – SÍ
Leygardagin 13. apríl kl. 13: Dráttur – Fleyr
Sunnudagin 14. apríl kl. 13: Mjølnir – KÍF
Sunnudagin 14. apríl kl. 13.39: TB – Ternan
Mikudagin 17. apríl 19: Dráttur – Ternan
Leygardagin 20. apríl: KÍF – TB
Leygardagin 20. apríl: Mjølnir - SÍ
Leygardagin 20. apríl: Ternan - Fleyr
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald