Annað

SÍ er føroyameistari í flogbólti fyri gentur 19

SÍ-Mjølnir: 3-1 (25-16, 25-17, 24-26, 25-14).

2023-03-26 09:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin gjørdust Gentur 19 hjá SÍ føroyameistarar.

SÍ leikti finaluna ímóti Mjølnir og vann 3-1. Fyrst í mars vunnu sørvágsgenturnar eisini steypafinalurna ímóti Mjølnir, so tær eru nú greipuvinnarar.

Dysturin var sera spennandi og hartil væl leiktur til tíðir. Í 1. og 2. settið var SÍ greitt omaná. Í 3. setti kom Mjølnir sera væl frá byrjan, men sum fráleið vann SÍ leiðsluna aftur og líkt var til, at tær fóru eisini at vinna 3. settið. Eftir at Mjølnir-venjarin tók leibrá, vendi gongdin og Mjølnir vann 3. settið 26-24.

Í 4. settinum fekk SÍ skjótt greiða leiðslu, men Mjølnir kom afturíaftur. Men ikki nóg mikið, tí í seinnu helvt av settinum fleyg SÍ avstað aftur - vann aftur greiða leiðslu - og vann settið og hartil føroyameistaraheitið 25-14.

Dagsins leikari fyri SÍ varð Sólfríð Højgaard Poulsen og dagsins leikari fyri Mjølnir varð Rebekka Osberg Højsted.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder