2023-03-25 09:42
Hetta vikuskiftið verða FM-finalurnar fyri yngru deildirnar leiktar á Tvøroyri, og í gjárkvøldið gjørdust dreingir 14 hjá SÍ føroyameistarar.
Liðið úr Sørvági leikti finalu ímóti TB og vóru greitt omaná og vunnu 3-0. Sørvingar lótu ongan iva vera um, at teir ætlaðu at vinna og høvdu dygdirnar at vinna FM 2022/23.
Somu lið hittust í steypafinaluni fyrst í mars, og tá vann SÍ eisini og kunnu sostatt kalla seg bæði føroyameistarar og greipuvinnarar.
Dagsins leikari fyri SÍ varð Mateo Eystberg, og dagsins leikari fyri TB varð Ólavur Hammer.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald