Annað

SÍ í FM-finalunum eftir sigur á ÍF

Polestar-deildin: SÍ – ÍF 3-0 (25-23, 25-20, 25-17).

(Mynd: SÍ)

(Mynd: SÍ)

2026-02-21 10:30 Author image
Innsent
placeholder

SÍ hevði bert tørv á einum stigi fyri at tryggja sær sæti í FM-finalunum, og hetta stigið var longu fingið til høldar eftir tey fyrstu tvey settini, har ÍF tó beit frá sær, men har SÍ var stinnari móti endanum.

Fyrstu løtuna av fyrsta setti var ÍF frammanfyri við einum og tveimum stigum, men eftir javnleik 10-10 fór SÍ fyri fyrstu ferð framum, og eftir tað vann ÍF ongantíð leiðsluna aftur. Tó var ofta bara eitt stig á muni, og ÍF minkaði um munin til 20-21, 21-22, 22-23 og 23-24, tá tað eydnaðist SÍ at avgera settið til 25-23 við sínum fyrsta settbólti, sum venesuelski Pena Jhonlenn Baretto á vinstra kanti langaði í gólvið.

ÍF var eisini betur fyrstu løtuna av øðrum setti og var eitt skifti frammanfyri 10-7, áðrenn SÍ javnaði til 11-11, og síðan fór framum 15-12. ÍF helt helt tó fast í SÍ og minkaði um munin til 18-19, tá heimaliðið dró frá og vann settið 25-20. Og við hesum hevði SÍ tryggjað sær minst eitt stig fyri dystin, og harvið var finaluplássið komið í hús.

Í triðja setti var eingin spenningur, tí SÍ leyp avstað og legði seg á odda 10-6, 12-7 og 21-11. ÍF pyntaði eitt sinur upp á úrslitið við at vinna fimm bóltar á rað móti endanum, áðrenn SÍ loksins vann settið 25-17 við sætta dystarbóltinum, tá ÍF sló bóltin út av baklinjuni.

Hjá ÍF eru nú bara matematiskir møguleikar at koma í finaluna, men vinnur Mjølnir trý stig ímóti Ternuni á Toftum í dag kl. 16, so verður tað Mjølnir sum í seinna helmingi av mars skal spæla FM-finalur ímóti SÍ.

Støðan í Polestar-deildini:

NrLiðDystirSettmunurStig
1142936
2Mjølnir122029
3ÍF13522
4Fleyr12-179
5Ternan13-370

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder