Annað

SÍ og ÍF vunnu tryggar sigrar í Polestar-deildini

Polestar-deildin: SÍ – Fleyr 3-0 (25-20, 25-21, 25-22).

(Mynd: SÍ)

(Mynd: SÍ)

2025-11-03 09:01 Author image
Innsent
placeholder

Samanumtikið vann SÍ tryggan 3-0 sigur á Fleyr leygardagin, og tað var bara fyrstu løturnar í settunum, at Fleyr bjóðaði av. Soleiðis legði Fleyr seg á odda 5-0 í fyrsta setti, men longu við 7-7 var javnvág í støðuni, og so líðandi dró SÍ frá og vann 25-20.

Søgan var tann sama í øðrum setti, har gestirnir løgdu seg á odda 5-1 og 6-2, men SÍ javnaði til 8-8. Fleyr fór framumaftur við einum stigi og var á odda 10-9, tá stígur kom í og SÍ vann sjey av teimum næstu átta stigunum og fór framum 17-12, áðrenn settið varð vunnið 25-21.

Triðja settið var tað javnasta. Fleyr hevði verið aftanfyri fyrstu løtuna, men kom afturíaftur og fór framum eitt og tvey stig, men megnaði ikki at halda tørn, tá ið settið nærkaðist endanum, og SÍ fór tvey og trý stig framum og vann 25-22.

Hjá SÍ var nýggjur kantspælari á liðnum, 38 ára gamli Pena Jhonlenn Cruz Barettoi úr Venesuela.

Ternan – ÍF 0-3 (18-25, 20-25, 15-25)
ÍF vann væntaða pliktsigurin á Ternuni, sum tó sær glottar í at fáa 18 og 20 stig í teimum báðum fyrstu settunum.

Serliga í øðrum setti gekk væl hjá Ternuni, men eftir 17-17 dragnaði, og ÍF vann 25tí seinni -20.

Alex Troleis gevst
Fyrstidómari á Toftum sunnudagin var Alex Troleis, sum dømdi sín síðsta dyst, tí seinni í mánaðinum flytir hann saman við familju síni til Brasil.

Á Facerbook takkar Ternan Alex soleiðis fyri hansara stóra íkasti til føroyskan flogbólt:

– Tú vart við til at stovna Flogbóltsfelagið Ternuna fyri 15 árum síðani, og øll hesi árini hevur tú – á ein ella annan hátt – verið knýttur til felagið: nevndarlimur, leikari, venjari og dómari.

Flogbóltssamband Føroya takkar eisini Alex hjartaliga fyri hansara stóra arbeiði føroyskum flogbólti at frama.

[object Object]
(Mynd: Ternan)

Støðan í Polestar-deildini:

NrLiðDystirSettmunurStig
1Mjølnir41012
2ÍF469
3426
4Fleyr4-73
5Ternan4-110

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder