Annað

SÍ og Mjølnir kappast enn um fyrstaplássið

Um vikuskiftið vunnu bæði liðini tryggar sigrar; SÍ 3-0 á Ternunu og Mjølnir 3-0 á ÍF.

(Mynd: SÍ)

(Mynd: SÍ)

2026-03-02 09:22 Author image
Innsent
placeholder

Hóast tað langt síðani gjørdist greitt, at SÍ og Mjølnir fara at møtast í FM-finalunum í Polestar-deildini, spæla bæði framvegis av lívsins kreftum, tí fyrstaplássið í landskappingini gevur fyrimunir í finalunum, har fremsta liðið spælir fyrsta dystin á heimavølli, og aftur í einari møguligari triðju finalu, vinna liðini hvør sín dyst – sama hvat settmunurin er.

Og hvør endar fremst í sjálvari landskappingini, verður ikki avgjørt fyrr enn í síðsta umfarinum, har Mjølnir og SÍ møtast í Klaksvík leygardagin 7. mars.

Støðan áðrenn avgerandi dystin er, at SÍ er frammanfyri við einum stigi, og betri settmunurin ger, at SÍ tolir at tapa 3-2 og framvegis halda fast í fyrstaplássið. Vinnur Mjølnir hinvegin 3-1 ella 3-0, so tekur Mjølnir fyrstaplássið.

Um vikuskiftið vunnu bæði liðini tryggar sigrar; SÍ 3-0 á Ternunu og Mjølnir 3-0 á ÍF


SÍ – Ternan 3-0 (25-12, 25-15, 25-17)
Eftir at Ternan hevði javnað til 8-8 í fyrsta setti, vann SÍ teir næstu sjey bóltarnar á rað og legði seg á odda 15-8, áðrenn settið varð vunnið 25-12.

Tað var ikki verri enn ilt hjá Ternuni í øðrum setti, tá SÍ var frammanfyri 14-10, men av næstu 10 bóltunum vann Ternan bara tveir, so støðan gjørdist 22-12, áðrenn SÍ vann settið 25-15.

Triðja settið var tað frægasta hjá Ternuni, sum var á odda 4-1 og 10-9, áðrenn SÍ veruliga fór í gongd og sum fráleið dró frá og vann 25-17.


Mjølnir – ÍF 3-0 (25-16, 25-16, 29-27)
Tað var bara í triðja setti, at Mjølnir fekk líkinda mótstøðu frá bronsuvinnarunum úr Fuglafirði. Mjølnir vann lættliga tey bæði fyrstu settini 25-16 og 25-16, og líkt var til, at triðja sett fór at enda við líknandi úrsliti, tá ið Mjølnir hevði lagt seg framum 10-5.

ÍF gjørdi tá ein vørr og minkaði um munin til 10-11, sum tó vaks aftur til 22-17.

Men ÍF hevði framvegis ikki givið skarvin yvir, og hóast Mjølnir hevði tríggjar dystarbóltar við støðna 24-21, hóraði ÍF undan og javnaði til 24-24. Tað gjørdi ÍF tríggjar ferðir aftrat, men tá ið Mjølnir fekk sjeynda dystarbóltin við støðuna 28-27, eydnaðist loksins at vinna 29-27.

Stóra oddabrakið undan sjálvum finalunum verður í Badmintonhøllini í Klaksvík leygardagin 7. mars kl. 16.

Í hinum trimum dystunum teirra millum vóru úrslitini:
1. okt.: Mjølnir – SÍ 3-1
22. nov.: SÍ – Mjølnir 3-1
27. jan.: SÍ – Mjølnir 3-0

Finalurnar verða spældar í seinna helmingi av mars.

Støðan í Polestar-deildini:

NrLiðDystirSettmunurStig
1153239
2Mjølnir152738
3ÍF15525
4Fleyr14-229
5Ternan15-420

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder