SÍ tók fyrstaplássið í Hotel Djurhuus-deildini í gjár við sannførandi sigri á TB í Trongisvági.
Tað var bara í triðja setti, at TB bjóðaði av og var á odda fyrstu løtuna, men eftir 16-15 vann TB bara trý stig aftrat, og so vann SÍ settið 25-19.
Í fyrsta og øðrum setti hevði SÍ lagt seg framum 5-0, og eftir tað gekk bara ein veg, og SÍ vann settini 25-17 og 25-10.
Við sigrinum fer SÍ eitt stig framum Fleyr, sum tó hevur spælt ein dyst minni.
Dráttur – Mjølnir 0-3 (5-25, 17-25, 10-25)
Fyrradagin vann Mjølnir uttan himpr 3-0 á Drátti og styrkti um sína støðu á triðjaplássinum, eitt stig aftanfyri Fleyr og tvey aftanfyri SÍ.
Sum dystirnir hava gingið higartil í kappingarárinum, sær út til, at tað eru hesi trý ovastu, SÍ, Fleyr og TB, sum fara at kappast um tey tvey finaluplássini um føroyameistaraheitið.
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
| Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
| SÍ | 4 | 7 | 10 |
| Fleyr | 3 | 8 | 9 |
| Mjølnir | 4 | 4 | 8 |
| TB | 4 | -2 | 5 |
| KÍF | 3 | -5 | 1 |
| Dráttur | 4 | -12 | 0 |
Fleyr í evropeiskari kapping
Challenge Cup:Tchalou – Fleyr 3-0 (25-8, 25-7, 25-9)
Mikukvøldið spældi Fleyr á útivølli í evropeisku kappingini Challenge Cup ímóti belgiska liðnum Tchalou, sum umframt teir belgisku leikararnar eisini hevur leikarar úr Póllandi, Italia, Kekkia og Ungarn. Og at liðið er krútsterkt, sæst eisini aftur í úrslitinum.
Ábendingar vóru beinanveg í fyrsta setti, hvussu dysturin kundi fara at hátta sær, tá Tchalou legði seg á odda 6-0, áðrenn settið varð vunnið 25-8. Gongdin í øðrum og triðja setti var nakað tann sama, tó at Fleyr hevði eina líta vón um at fáa eitt frægari úrslit í triðja setti, tá Fleyr hevði lagt seg á odda 2-1. Men 10 stig á rað til Tchalou forkom vónini, og so endaði tað settið 25-9.
Í Fleyr siga tey kortini, at hetta var ein fantastisk uppliving:
– Ein full høll av áskoðarum, ið rúmaði umleið 1000 fólkum. Eisini høvdu tey eitt hornorkestur, ið spældi ígjøgnum allan dystin.
Hósdagin 6. november kl. 19 verður returdystur í Havn.
– Komið og fyllið høllina!, siga tey í Fleyr.
Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald