Fyri aðru ferð á rað tapti føroyameistarin Fleyr, sum annars hevði vunnið allar dystirnar frammanundan.
Dysturin í gjárkvøldið byrjaði tó væl fyri Fleyr, sum vann fyrsta sett 25-17, eftir at SÍ annars hevði verið á odda fyrstu løtuna.
Men vend kom í dystin, og eftir at liðini høvdu skiftst um at verið á odda til 14-14 í øðrum setti, dró SÍ so líðandi frá og vann settið 25-20.
Triðja sett gjørdist næstan margháttligt, tí Fleyr var á odda 9-4 og 12-8, men so vann SÍ 11! stig á rað, og legði seg á odda 19-12, áðrenn settið var vunnið 25-19. Í teimum 11 servunum á rað hjá Ingu Helenu Henriksen vóru fýra ess.
Fleyr kom ikki fyri seg aftur eftir hetta, og við sjey stigum á rað fór SÍ framum 15-6 og vann síðani settið 25-14.
Leygardagin spælir Mjølnir sín fyrsta av fimm heimadystum á rað eftir fýra útidystir, tá TB vitjar. Við sigri fer Mjølnir framvið Fleyr á øðrumplássi, men tað kann Fleyr taka aftur sunnudagin, tá Fleyr tekur ímoti Drátti.
KÍF, sum er farið at klintra á stigatalvuni, hevur torføran útidysti ímóti oddaliðnum SÍ leygardagin. Fyrr í ár vann SÍ greiðan 3-1 sigur í Kollafirði.
Støðan í Hotel Hotel-Djurhuus deildini:
SÍ 13 stig
Fleyr 9 stig
Mjølnir 8 stig
KÍF 7 stig
TB 5 stig
Dráttur 0 stig
Mjølnir og TB hava spælt fýra dystir – hini liðini fimm.
Komandi dystir
Leygardagin kl. 13: Mjølnir – TB í Badmintonhøllini í Klaksvík
Leygardagin kl. 16: SÍ – KÍF í Sørvági
Sunnudagin kl. 13: Fleyr – Dráttur í høllini á Hálsi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald