Annað

SÍ vann á Fleyr – og tók finaluplássið frá ÍF

SÍ vann sannførandi á ÍF í gjárkvøldið.

2022-03-08 08:44 Author image
Innsent
placeholder

Føroya Tele-deildin, menn:
Fleyr – SÍ 0-3 (19-25, 23-25, 20-25) 

Í Høllini á Hálsi í gjárkvøldið vann SÍ sannførandi 3-0 á Fleyr, og setti seg á seinna finaluplássið – eitt stig frammanfyri ÍF á triðja plássi.

Fitt av fólki hevði leitað sær í høllina – størri parturin sørvingar, sum eisini høvdu trummur við at stuðla sínum liði. 

SÍ legði bragdliga fyri, og vann seg upp á 8-2 í fyrsta setti og hugdi ikki aftur um bak, og settið var vunnið 25-15.

Fleyr, sum framvegis hevði ein matematiskan møguleika at vinna seg í finalurnar, tóktist kortini ikki sum eitt lið, sum trúði stórvegis upp á tað, tí SÍ hevði alt ov lætt spæl.

Gongdin var júst tann sama í øðrum setti, sum í tí fyrsta, og brátt var 12-4 og 20-13 til SÍ. Men so var tað, sum ein neisti birti undir vónina aftur á Fleyr-liðnum, og kropsmálið var heilt eitt annað at síggja til, og Fleyr bardi seg heilt upp á 23-24. Men so brast servan frá Fleyr í netið, og SÍ vann settið 25-23. 

Góða gongdin hjá Fleyr helt fram í triðja setti, og havnarliðið fylgdi við til 15-16, men so gjørdi SÍ eitt skarvslop og legði seg á odda 22-16, áðrenn settið var vunnið 25-20.

Finalur um finaluplássið
Hvør dystur hjá finalu-biðlunum, ÍF og SÍ, verður nú at meta sum ein finala fyri at koma í sjálvar FM-finalurnar.

Sum Fleyr spældi í gjárkvøldið, so er ilt at hugsa sær, at teir fara at taka stig frá ÍF ella SÍ, og so verða tað dystirnir ímóti Mjølni – sum verður hitt finaluliðið – sum fara at avgera, hvørt tað verður SÍ ella ÍF, sum kemur í finalurnar.

Bæði liðini hava júst tey somu liðini eftir at leika ímóti. Tey eru Ternan, Fleyr og Mjølnir.

Írestandi dystirnir:
9. mars: Fleyr-Mjølnir og  SÍ-Ternan
12. mars: Ternan-ÍF og Mjølnir-SÍ
17. mars: SÍ-Fleyr
18. mars: ÍF-Mjølnir
26. mars: Fleyr-ÍF
27. mars: Mjølnir-Ternan 

Støðan:
Nr. Lið – Dystir / Stig

1 Mjølnir 12 / 31
2 SÍ 13 / 24
3 ÍF 13 / 23
4 Fleyr 13 / 18
5 Ternan 13 / 0 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder