Oddadystur var í gjár í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum, har SÍ tók ímóti ósigraða Fleyr.
Gaman í var SÍ kortini frammanfyri Fleyr á stigatalvuni undan dystinum, men hetta tí SÍ hevði spælt ein dyst meira enn Fleyr. Einasti ósigurin hjá SÍ í kappingini var ímóti júst Fleyr, sum í oktober vann 3-1. Í gjár gjørdist úrslitið tað øvugta: SÍ vann 3-1.
SÍ legði tíðliga á odda við nógvum stigum í fyrsta setti, og støðan gjørdist 17-10, áðrenn SÍ vann 25-18.
Í øðrum setti gekk javnt á, og liðini skiftist um at vera frammanfyri, og ongantíð vóru meira enn tvey stig á muni – til tað gjørdist 21-21, tí tá vann SÍ næstu fýra stigini og settið 25-21.
SÍ fekk fína byrjan upp á triðja sett og legði seg á odda 4-0, men SÍ javnaði til 6-6. Síðani gekk javnt á, til Fleyr legði seg á odda 16-12. SÍ otaði seg tó spakuliga innaftur í settið, og kom upp á 22-23, áðrenn Fleyr avgjørdi við 25-23.
Spenningurin í dystinum fánaði tó skjótt burtur, tí SÍ legði seg á odda 5-0 og síðani 15-8 í fjórða setti, áðrenn settið var vunnið 25-15.
Við sigrinum er SÍ nú 4 stig frammanfyri Fleyr, sum hevur spælt ein dyst minni. Lítil ivi er um, at tað verða hesi bæði liðini, sum koma í FM-finalurnar, men liðið sum er fremst, fær heimavøll í fyrru FM-finaluni. Seinna finalan verður leikt á uttanveltaðum vølli.
5-settari í Kollafirði
Fyrr á degnum spældu KÍF og Dráttur í Kollafirði, har Dráttur vann 3-2 (KÍF-Dráttur 2-3 (25-21, 21-25, 16-25, 25-19, 9-15).
Í javnbrótaranum gekk javnt á til 6-7, tá Dráttur dró frá og vann 15-19. Við sigrinum kom Dráttur upp undir liðina á TB á bronsuplássinum, men sum tó hevur spælt tríggjar dystir minni. TB spælir í dag á heimavølli ímóti Mjølni, sum er trý stig aftanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald