Annað

SÍ vann steypafinaluna í stórum stíli

Veruligur spenningur kom ongantíð í steypafinaluna hjá kvinnum, og samanumtikið var talan um rættiligan avsmurning.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-03-04 20:45 Author image
Innsent
placeholder

Steypafinala, kvinnur:

SÍ – Fleyr 3-0 (25-17, 25-19, 25-14)

Sí eisini: Myndir: SÍ steypavinnari hjá kvinnum

Veruligur spenningur kom ongantíð í steypafinaluna hjá kvinnum, og samanumtikið var talan um rættiligan avsmurning.

SÍ hevði fleiri streingir at spæla uppá, ikki minst servurnar, og tá so móttøkurnar hjá Fleyr vóru sum ein poppkornmaskina, og bóltarnir fóru í allar ættir, gjørdist ov lætt hjá SÍ at vinna síni álop.

Fleyr fylgdi so dánt við í fyrsta setti til 15-16, men fimm servur seinni frá albansku Saru Hasku var støðan 21-15 til SÍ, sum vann settið 25-17. 

Gongdin var nakað tann sama í øðrum setti. Eftir at hava verið aftan fyri 12-7, javnaði Fleyr til 16-16 og 19-19, men gleðin var stokkut, tí við hópin av mistøkum frá Fleyr var tað sum um, at alt hevði verið til onga nyttu, tí Fleyr vann einki stig aftrat í settinum, sum SÍ vann 25-19.  

Droymdi nakar um, at Fleyr skuldi koma afturíaftur í triðja setti, so var tann vónin sløkt alt fyri eitt tá SÍ legði seg framum 6-0 eftir seks servur frá Ingu Helenu Henriksen, sum fyri stuttum er komin aftur á SÍ-liðið eftir skaðasteðg. Leikbrá bøtti einki um støðuna, sum gjørdist 11-2, og so var bara spurningur um hvussu nógv SÍ fór at vinna. Fjórða dystarbóltin langaði Svitlana Shvanska í blokkin hjá Fleyr og út til 25-14 sigur.  

Sara Hasku varð vald til dagsins leikara hjá SÍ, og hjá Fleyr varð Iuliia Kuvshinova vald til dagsins leikara.

Hetta var fjórða steypafinalan í fimm ár, sum SÍ vann. Í fjør tapti SÍ 3-1 fyri júst Fleyr. Ikki síðani 2016 hevur eitt lið vunnið steypafinaluna 3-0. Tá var tað Fleyr sum vann 3-0 á SÍ.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder